Í dag fer Anna at greiða meira frá sorgarbólkinum Beranum. Og so fer Annika at greiða frá hennara tilknýti til sjálvhjálparbólkin Beran. Hetta er 2. sending í samband við, at Berin hevur 10 ár á baki.

Berin 10 ár - Anna greiðir frá
Anna Dalsgaard greiðir frá, nú 10 ár eru liðin síðani sorgarbólkurin Berin varð stovnaður
Vit fara at varpa ljós á evnið børn og sorg. Í fyrstu sendingini greiðir Anna Dalsgaard frá. Hon var ein teirra, ið setti sjálvhjálparbólkin á stovn.
Aðrir partar
Í dag kemur Ronja Johannesen úr Vestmanna, sum misti beiggja sín fyri seks árum síðani, at greiða frá tí, sum hon skrivar. Og vit hoyra tað, sum hon skrivar. Eisini eru vit til venjing hjá barnakórinum Cantus, sum venur til konsertina hjá Beranum leyggarkvøldið 16. mars.
Seinasta mikudag vóru vit á vitjan hjá sorgarbólkinum Beranum. Vit hoyra brot úr samrøðum í bólkunum. Randi fer at greiða frá málningum, sum hon hevur málað. Eisini fer Djóni Nolsøe Joensen at greiða frá - hann er ein av bólkaleiðarunum