Evnið hesa vikuna er fuglar. Í dag greiða børn í 4.flokki í skúlanum á Argjahamri frá
Í dag eru vit í 1.flokki í Leirvíkar skúla. Tey hava teknað eina rúgvu av tjøldrum. Eisini syngja tey fleiri sangir fyri okkum
Aðrir partar
Í dag fara vit at vitja Andreas Reinert, sum hevur nógvar gæs, hann eigur ravn og veit nógv um fuglar
Í dag tosa vit um fuglar sum ímynd. Hví verða fuglar brúktir í listini og aðrastaðni. Kinna Poulsen og Edvard Fuglø greiða frá, og børn í 4. flokki í skúlanum á Argjahamri siga sína hugsan
Hesa vikuna er evnið fuglar. Vit leggja fyri at hoyra um grækarismessu, um tjaldrið sum tjóðfugl. Eva Gunnarstein greiðir frá og Rósa Lín Sigurstein heldur grækarismessurøðu. Eisini fer Njál at greiða frá morgunsangi
Í dag snýr Kringlan seg um fuglar. William Simonsen sigur frá, hann er lívføðingur og arbeiðir á náttúrgripasavninum. 4. flokkur í skúlanum á Argjahamri hevur arbeitt við fuglum. Tey greiða frá, siga frá søgum og yrkingum. Sendingin var gjørd í 2012.