Hesa vikuna varpa vit ljós á sólarmyrking. Í dag hoyra vit søguligar frásagnir um sólarmyrking og um Hargabrøðurnir
Hesa vikuna varpa vit ljós á sólarmyrking. Í dag hoyra vit søguligar frásagnir um sólarmyrking.
Aðrir partar
Hey her eru vit við barnaútvapinum - evnið er sólarmyrking, sjálvandi, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið.
Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá.
Hey her eru vit við barnaútvapinum - evnið er sólarmyrking, sjálvandi, tí í morgin er 20.mars, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið.
Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá.
Hey øll somul og vælkomin til barnaútvarpið henda serstaka fríggjadag. Hesa vikuna hava vit hoyrt nógv um sólarmyrking, og í dag er so dagurin 20.mars í 2015, at full sólarmyrking verður í Føroyum.
Mánin er 400 ferðir nærri jørðini enn sólin. Mánin er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin, og tí síggja hesir knøttir á leið líka stórir út frá jørðini. Tá ið mánin er millum okkum og sólina, kemur hann av og á fyri sólina. Tá er sólarmyrking.
Mánin kastar skugga á jørðina. Har skuggin rakar jørðina, verður dagur til nátt eina løtu. Um mánin fjalir alla sólina, er myrkingin full.
Seinast full sólarmyrking var í Føroyum, var 30. juni í 1954. Tá høvdu flestu húsarhald hønur, og tað er atburðin hjá hønunum, sum flest fólk minnast best. Tær runnu nevniliga allar inn í høsnarhúsið og settust á vaglið at sova - tær hildu tað var nátt.
Í dag fer Jógvan Arge at greiða frá, hvussu hann minnist sólarmyrkingina 30. juni í 1954, hann var tá 7 ára gamal.
Eisini hoyra vit børn í Frískúlanum í Havn greiða frá evnisarbeiði um rúmdina, og í dag fara vit at hoyra stuttar yrkingar um sólina, sum elsti bólkur í skúlanum hevur skrivað.