Í dag hoyra vit um sangin Á mønu hjalsins stari. Símun av Skarði hevur yrkt, og hann er abbi Bergljót av Skarði, sum í dag sigur frá.
Í dag hoyra vit fyrst um sangin Sleturokk, sum Regin Patursson hevur skrivað. Hann greiðir frá sanginum og eisini frá øðrum, sum hann hevur skrivað og gjørt.
Aðrir partar
Vit hoyra um sangir í barnaútvarpinum hesa vikuna. Hesa ferð hoyra vit um Andreas Andreassen sangir. Una Poulsen fer at greiða frá.
Vit hoyra um føroyskar sangir. Hesaferð eru vit í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað. Næmingar syngja og greiða frá.Vit hoyra um sangin - Antarungin Andrass, sum Aleksandur Kristiansen skrivaði. Herluf Lutzen syngur.
Jonna hittir Anniku Hoydal, sum sigur um sangin, at hon hugsaði um, hvussu hon hevði tað sum barn, tá ið hon skrivaði Blunda blunda.
Í barnaútvarpinum hoyra vit um føroyskar sangir. Hesa ferð hoyra vit um sangin - Blunda blunda. Annika Hoydal hevur yrkt og fer at siga frá.
Dukkan Fía er so kedd, tí mamma hennara hevur gloymt hana eftir, tá ið tær vóru úti og spákaðu. Man mamman koma aftur eftir henni?
Hvussu er tað at hava ein sang skrivaðan um seg sjálvan? Jonna vitjar Elisabeth Mariu og Elinborg og prátar við tær um, hvussu tað er at vera við í einum sangi.
Í barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit søgur um vælkendar barnasangir. Hesa ferð fara Eva á Rógvi og Bjarki Virgarsson Trondesen at syngja Andreas Andreassen sangir. Jón Svein Heinesen spælir klaver. Høgni Fagraberg er tøkningur.
Vit hoyra um føroyskar sangir í barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um ein vælkendan morgunsang, og tað er sangurin - Faðir fylg mær henda dag. Mikkjal á Ryggi hevur yrkt. Katrin Jørgensen fer at greiða frá.
Jensina Olsen er í Barnaútvarpinum og greiðir frá og spælir uppá.
Vit hoyra um føroyskar sangir í barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um vælkenda sangin - Gakk tú tryggur. Hans Andrias Djurhuus hevur skrivað og Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið. Jógvan á Lakjuni fer at greiða frá søguni um sangin.
Búi og Dánjal - Ævintýraferðin er í Barnaútvarpinum. Og teir siga søguna um - Grækaris Grashøvd.
Vit hoyra søgur um sangir í barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um sangin um Gyklarin Pokus Pól og um Spælilandið. Ingi Hansen greiðir frá.
Vit hoyra um føroyskar sangir í barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um hundin Kingoson. Steintór Rasmussen hevur skrivað og Ingi Isaksen hevur gjørt lagið. Steintór Rasmussen fer at siga søguna um sangin og næmingar í 6.flokki á Skúlatrøð syngja og greiða frá.
Í barnaútvarpinum hoyra vit vælkendar føroyskar sangir. Hesa ferð fer Ingi Poulsen at greiða frá sanginum - Kostbar
Steintór Rasmussen, Beinir og Rakul Ró siga Jonnu frá um nýggju fløguna, har tey syngja við.
Martin Joensen hevur yrkt sangin Morgun, sum varð skrivaður til fyrsta barnið, hann og konan fingu.
Elin á Rógvi hevur skrivað sangin og Guðrið Hansdóttir hevur gjørt lagið. Elin á Rógvi greiðir frá søguni. Ida í Lon og Elisa Mo Ejdesgaard fara at halda røðu til altjóða kvinnudagin í skúlanum. Tær fara at siga sína hugsan um sangin.
Vit hoyra um sangir í barnaútvarpinum hesa vikuna. Hesa ferð hoyra vit um Nósa útgávuna, sum hevur 40 ára føðingardag. Kristian Blak fer at greiða frá, saman við Sharon, Rán, Daniu, Katrinu og Marionnu. eisini fara tey at framføra vælkendar sangir av útgávuni.
Vit hoyra um sangir í barnaútvarpinum hesa vikuna. Hesa ferð hoyra vit um Nósa útgávuna, sum hevur 40 ára føðingardag. Kristian Blak fer at greiða frá, saman við Sharon, Rán, Daniu, Katrinu og Marionnu. eisini fara tey at framføra vælkendar sangir av útgávuni.
Í dag er føstulavintsmánadagur og vit hoyra um skjaldrið - Oman kemur grýla. Kári Sverrisson greiðir frá. Hesa vikuna spæla vit føroyskt í útvarpinum, og í barnaútvarpinum hoyra vit søgur um sangir.
Sangurin hevur eina heilt serliga søgu, tí hann er skrivaður um og til ein drong, ið eitur Sjúrður, og hann er í einari bók, sum bara eitt eintak er til av í heiminum.
'Kennir tú Blómurnar', 'Grísasúgvin', og 'Bilarnir koyra á vegnum' eru sangir, sum Sólrún hevur skrivað, og sum vit kenna úr bókini Loppugras. Vit hava prátað við Sólrúna um hvussu tað er at skriva sangir til børn
Hvør er søgan um Rúmdardrongin? Kári Jacobsen, sum hevur gjørt óteljandi nógvar og vælkendar sangir, fer at siga frá.
Vit hoyra um nýggju barnasangbókina og um sangin - Dukka mín er blá.
Hvør er søgan í sanginum um systrarnar Elisabet og Elinborg? Eivør Pálsdóttir fer at greiða frá.
Øll hava hoyrt Stórhvalagildið, men hvussu gamalt er tað og hvør er søgan?
Í barnaútvarpinum hoyra vit søgur um sangir. Hesa ferð hoyra vit um Torvatrøllið, sum Karll Martin Samuelsen hevur gjørt.
Jonna prátar við Hera Nolsøe, sum við salsarútmum er við til at ynskja nógvum fólkum tillukku, tá ið tey hava føðingardag.
Í dag hoyra vit søguna um sangin Lítli Snar. Anna Sofía Restorff hevur sungið sangin inn til Barnaútvarpið. Fyrstu ferð var hon 8 ára gomul, og tá syngur hon saman við systkinabarninum Rasmus.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt yrkingaviku, og Jonna er farin framvið at fregnast, hvat man ger tá.