Morgunsangur í barnaútvarpinum

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Morgunsangur í barnaútvarpinum
28-05-2025

Vit hoyra børn syngja, vit eru til morgunsang. Vit fara at byrja hesa sangløtuna í Klaksvík og hoyra, tá ið tey í yngra barnakóri á Skúlatrøð sungu í Varpinum. Síðani hoyra vit barnakórið í Skála skúla, vit hoyra børn, sum ganga í 1.flokki í Kollafjarðar skúla. At enda eru vit í Leirvík - her hoyra vit næmingar í Eysturkommunu syngja. Nú fer barnaútvarpið í summarskrá og verður aftur at hoyra, hvønn gerandismorgun eftir summarfrítíðina. Men klokkan fimm minuttir yvir tíggju sunnumorgun fara vit at hoyra framhaldssøguna Varaprinsessa Andersen. Men komið nú og lurtið, tá ið børnini syngja

Blandað bomm

Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)