Barnalóg verður smíðað

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Barnalóg verður smíðað
12-05-2025

Fleiri enn 450 børn og ung hava á ráðstevnum, verkstovum og í fokusbólkum sagt sína hugsan um hvat tað góða barna- og ungdómslívið er. Alt dáta er samlað saman, og við hjálp frá Vitlíki og serfrøði, er ein greining skrivað, sum skal brúkast í arbeiðinum at smíða eina barnalóg og skal lógin eftir ætlan leggjast fyri Løgtingið í februar 2026. Mánadagin 12. mai 2025 verður samlaða greiningin við úrslitum frá barnaráðstevnunum, verkstovunum og fokusbólkunum handað landsstýrinum og stjórnini í kommunufelagnum á tiltaki fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum. Høvuðsúrslitini verða eisini løgd fram á tiltakinum. Børnini hava haft ein stóran og týdningarmiklan leiklut í tilgongdini higartil. 99% av øllum umboðum úr næmingaráðunum úr skúlum í øllum Føroyum hava luttikið á barnaráðstevnum. Eisini hava fleirmentað og fleirmælt børn og børn undir skúlaaldur givið sítt týdningarmikla íkast. 

Blandað bomm

Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)