kap_1.jpg

Snjósystirin: 1. partur

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Vit senda nú fyrsta part av jólakalendaranum Snjósystirin. Jólakalendarin er í 24. pørtum.  

Í fyrsta parti sær Jóal fyri fyrstu ferð Hildigunn, sum stendur uttanfyri í kavanum og hyggur inn gjøgnum vindeyga í svimjihøllini. Jóal svimur næstan hvønn dag, tí so hugsar hann ikki um nakað annað. Sum eitt nú at jólini í ár fara ongantíð at vera so, sum tey plagdu.

Tey leikandi eru:

Sølvi Næs Hoydal, Leo Lávík.

Jonna Fritsdóttir Mortensen annonserar.

Tónleikin hevur Sjur Miljeteig gjørt.

Páll Danielsen leikstjórnar og Finnur Hansen ger ljóðmyndina.

 

Aðrir partar

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Okkurt er við tí gamla manninum, sum ikki er so lætt at skilja. Hildigunn vil ikki siga, hvat tað er, men hon ræðist hann ikki. Men hinvegin er tað ein góð kensla at ynskja okkurt gott skal henda einum øðrum. Og Jóal gleðir seg at læra Hildigunn at svimja, og hon gleðir seg at læra seg at svimja í nýggju svimjidraktini frá Jóali.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Tað er lættari sagt enn gjørt; at læra Hildigunn at svimja, hon dugdi í hvussu er ikki beinanvegin, men tað gjørdi Jóal heldur ikki, hann vandi nógv í langa tíð. Hildigunn er eisini ein íðinn næmingur, og hon torir væl at koyra høvdið undir og alt. Viðhvørt er allíkavæl skilagott at hvíla seg og sova til dagin eftir, so plagar at rigga betur. Øll duga okkurt. Jóal dugir væl at svimja. Hildigunn dugir væl at skoyta, og tað kann hon læra hann.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Jóal hugsar nógv um, hvat jólahýrur í grundini er. Og tað er ikki so lætt at greiða frá. Men kenslan kennist røtt, tá Jóal fær hug at klemma onkran og at syngja og flenna og at gerast rørdur - alt í senn. Og hendir tað, so veit man tað! Hinvegin er tað undarligt, hvussu alt tað hugnaliga hvarv, tá Jóal sá hin gamla mannin ganga á gøtuni. Jóal mátti fara aftaná, og hann mátti royna at finna útav, hvør hasin maðurin er.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Inni í handlinum hjá tí gamla manninum luktaði og ljóðaði øðrvísi, enn Jóal hevði roknað við. Og tað var heldur ikki ein handil, men ein prentsmiðja. Har vóru ein rúgva av kortum, føðingardagskort og dópskort og vanlig gerandiskort og jólakort sjávandi. Og øll líka vøkur. Og gamli maðurin var fittur, og hann bjóðaði Jóali at velja sær eitt kort ella tvey ella trý. Og Heindrikur, soleiðis æt tann gamli maðurin, bjóðaði Jóali saft at drekka.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Jóal og Heindrikur hugnaðu sær óført, tá teir fóru at printa litir á kortini. Og tosaðu um, at øll duga okkurt. Heindrikur dugdi væl at tekna kort, og Jóal dugdi væl at svimja. Men Jóal mátti spyrja Heindrik um Villa Kvist, men tá bleiv Heindrikur óður ella keddur ella bæði tvey, og hann segði, at Jóal mátti fara.
Jóal gjørdi av at fara beina leið til Hildigunn at spyrja hana um alt.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Hildigunn er øgiliga fitt, men hon vil ikki siga nakað um Heindrik, ikki enn. Men tað skilir Jóal ikki, hann hevur eingi loyndarmál. Og tó... Hann hevur ongantíð fortalt Hildigunn um stórusystir sína, Juni. Og so fortelur hann Hildigunn um Juni, hóast tárini runnu niður eftir kjálkunum. Hildigunn helt, at Jóal skuldi vísa teimum har heima, hvussu tey aftur kundu minnast ta glaðu stórusystrina, Juni.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Jóal var í ringum lag og als ikki fittur við besta vinmannin John, hóast hann gav Jóali jólagávu. Og tá John ynskti honum gleðilig jól, segði Jóal "nei". Tað fóru ikki at vera nøkur jól. Alt var keðiligt, og Jóal var illur um alt, eisini tá hann rendi seg í Hildigunn. Hann var yvirhøvur ikki fittur við hana heldur, og segði seg ikki vilja vera vinur við hana longur, og so fór hann avstað. Men tá bleiv Jóal allíkavæl illa við. Men, tá hann vendi sær við, ja, tá var Hildigunn horvin.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Jóal gekk og gekk úti í kuldanum og hugsaði. Hann fekk tað betri, tá hann hevði avgjørt at keypa John eina jólagávu og biðja Hildigunn um fyrigeving. Men Villa Kvistur, hugnaligu húsini, vóru broytt til eina skirvisliga kroysu við ongum jólapynti. Og knappliga kom Heindrikkur inn. Og hann fann Jóal undir borðinum í køkinum. Og so segði hann, at hann átti Villa Kvist, og at systir hansara eisini var deyð. Og at hon æt Hildigunn. Tá rann Jóal avstað.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Jóal fór at svimja, aftur og fram, og royndi at fáa skil á øllum. Alt var jú hent. Villa Kvistur og Hildigunn við tí glaða smílinum, reyða frakkanum og frøknutu nøsini. Og so var hon als ikki til. Hann saknaði hana so illa. Og alt var so stilt og tigandi heima og einki jólaligt. Og knappliga kom Augusta at balla seg hjá honum, tí hon var eisini kedd. Tað helt Jóal vera synd, tí tá man er fimm ár, so skal man sleppa at halda jól. Og Jóal hevði fingið eitt hugskot.

Jólini hjá Jóali og teimum plagdu altíð at vera heilt serlig. Og Jóal hevur eisini føðingardag jólaaftan. Men í ár verður helst eingin føðingardagur og kanska heldur eingin jól. Tí heima hjá Jóali og teimum syrgja tey stórusystrina. Tað hjálpir at fara í svimjihøllina at svimja, tað ger Jóal næstan hvønn dag. John, vinmaðurin, svimur eisini nokso ofta. Men knappliga stóð ein glað og smílandi genta uttanfyri rútin.

Tey leikandi eru:

Sølvi Næs Hoydal, Sanna Bæk Hoydal.

Jonna Fritsdóttir Mortensen annonserar.

Tónleikin hevur Sjur Miljeteig gjørt.

Páll Danielsen leikstjórnar og Finnur Hansen ger ljóðmyndina.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Og hugskotið... Ja, tað var at fara yvir til Heindrik og hoyra søguna um Hildigunn. Og um hví Heindrikkur ikki orkaði at búgva í Villa Kvisti. Tað var tí, at hann alla tíðina hugsaði um Hildigunn. Hann hevði skoyturnar hjá henni enn. Og Jóal skuldi fáa tær við sær. Men, nú skuldu teir fara at gera jólakort, nógv jólakort.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Tá ið mamman og pápin og Augusta koma heim, var øll stovan full av jólaligum jólakortum. Á øllum jólakortunum var Juni á. Og hon smíltist á teimum øllum. Og har vóru eisini myndir av mammuni og Juni, og pápanum og Juni, og Jóali og Augustu. Mamman og pápin vórðu púra paff og fingu einki sagt. Og meðan tey stóðu eftir og hugdu, fór Jóal avstað við skoytunum hjá Hildigunn í ryggsekkinum.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Jóal fann Hildigunn á kirkjugarðinum. Har fingu tey tosa saman um, hvussu ringt tað kann vera at fara avstað. Og tey tosaðu um at Heindrikkur enn var líka góður við hana og bara vildi henni væl. Og onkuntíð hevði hann sæð hana og var blivin kløkkur av henni. Tað var eitt sindur stuttligt, men eisini álvarsamt, tí nú skuldi Hildigunn fáa skoyturnar hjá sær aftur. Og so fóru bæði tvey gangandi oman móti tí frysta fjørðinum.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

Bæði Hildigunn og Jóal vistu væl, at hon skuldi fara skoytandi avstað, men tað var bara so ringt, tí kanska kundu tey fingið sær kakao einaferð afturat. Men Hildigunn fór at enda skoytandi avstað í skoytunum hjá sær. Út á ísin, og har kom ein onnur genta. Juni og Hildigunn, tey veittraðu og smíltust. Og systirin og snjósystirin fóru runt og runt í stjørnulýsinum, til tað bara vóru kavaflykrurnar eftir. Jóal stóð púra einsamallur eftir. Men so róptu tríggjar røddir, trý fólk, sum hann kendi so væl. Mamman, pápin og Augusta.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

At vakna og liggja og lurta eftir jólaljóðum, og hoyra at tey eru har, tað er so hugnaligt. Og so at vita um til ber at tevja allar jólaluktirnar eisini. Grann og roykilsi og siropskøkur og klementinur og kanel og kakao. Og øll stovan var akkurát, sum hon átti at vera á jólum. Øll stovan smíltist, eisini mamman og pápin og Augusta. Og Juni á øllum jólakortunum. Sum tað kendist væl og virðiliga jólaligt. Jólatræ og adventskrans og jolaljós og jólapynt allastaðni. Nú vóru tað verulig jól, og eingin skuldi gloymast. Øll skulu fáa eini gleðilig jól.

Smílandi og glaða og frøknuta Hildigunn Hansen spurdi og spurdi og tosaði og tosaði, hóast Jóal ikki visti, hvør hon var. Tey kendust ikki. Í hvussu er mintist Jóal ikki, um hann hevði hitt hana fyrr.

Tey fylgdust heimeftir, men meðan tey gingu og prátaðu, fóru tey at keglast. Jóal gjørdist illur og keddur, og Hildigunn.... ja, hon gjørdist eisini kedd.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

4.partur
Tað var gott at Hildigunn bað um orsaka, og fór at tosa við Jóal. Tí hann segði ikki serliga nógv. Hon bjóðaði honum heim við at fáa kakao og siropskøkur, og tá kundi hann ikki takka nei. Og so fór Jóal heim við Hildigunn, í húsini hjá teimum, sum hon kallaði Villa Kvist. Har hugnaðu tey sær við siropskøkum og heitum kakao við róma í, og Jóal mátti viðganga fyri sær sjálvum, at hann veruliga var glaður fyri at hava møtt Hildigunn.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Áðrenn Jóal slapp at fara avstað aftur, mátti hann spæla krógva og blunda. Og meðan Jóal leitaði eftir einum góðum stað at krógva seg, kanska inni í tí vøkru og jólarpýddu stovuna ella tí hugnaliga jólaprýdda bókasavninum? Hann krógvaði seg í einum kustaskápi. Og har kløkkaði Hildigunn hann, hon kendi sjálvandi øll krógvistøðini í húsinum. Áðrenn hann fór heim, lovaði hann Hildigunn at koma aftur. Og fyri fyrstu ferð í langa tíð gleddi hann seg til nakað.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

At hugsa sær at búgva í einum húsum við so nógvum jólapynti sum í Villa Kvisti. Kanska kundi atventsstakin verið pussaður og ljós sett í. Hvørja ferð Jóal kemur heim, vónar hann, at foreldrini fara at gera okkurt jólaligt. Men tey gera bara reint og vaska upp og vaska klæðir og eta frikadellur. Og tosa um veðrið!

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Tá tað er nógvur kavi, ber til at bæði at hugna sær og at gera eina Snjósystir úr kava, sum  bæði Hildigunn og Jóal kundu eiga í felag. Og hon líktist!  Aftaná er gott at fara inn at fáa hita aftur í kroppin og okkurt gott at eta, tað er so hugnaligt. Men, hvør var hasin gamli maðurin, sum knappliga stóð uttanfyri? Hann sá ikki so hugnaligur út.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Tá mamman og pápin einki gjørdu til jóla, og heldur ikki løgdu nakað í, um Jóal hevði bæði pussað og gjørt atventstakan kláran og sett ljós í og alt, so er torført at blíva við at vera glaður. Í øllum førum er skjótt at gerast keddur. Men Hildigunn er fitt og vinalig, og Jóal hevur ætlanir um at gleða hana við nøkrum heilt serstakum. Og hann veit akkurtát hvørjum.

Maja Lunde hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt

Ótrúligt sum Hildigunn dugdi at gleðast og frøðast um at pakka ein pakka upp, hóast tað ikki var ein jólagáva, men bara ein vanligur pakki. Og hjá Jóali kendist tað eisini gott at skula læra Hildigunn at svimja. Men so var hin gamli maðurin við lyklatyssinum aftur har í garðinum. Hann sá ikki Jóal, men hvussu við Hildigunn?