Fortnite, 5. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Fortnite, 5. partur
12-01-2023

Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Elin Michelsen, sum er foreldur og heldur fyrilestur um børn og internet, fer hesa ferð at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan.

Fortnite

Vit tosa við sálarfrøðing, ein Fortnitespælara í 9. flokki, eina mammu, ein pápa og vit tosa við fyrilestrahaldarar. Børn heilt niður í vøggustovu siga sína hugsan um heimskenda spælið, Fortnite.