Í dag er 1.apríl, og vit fara at hoyra um tað at senda apríl. Jóan Pauli Joensen greiðir frá. Elin á Rógvi lesur søguna - Leivur fær ein lítlan mammubeiggja.
Vit hoyra um Sangskrínið, sum er eitt skrín við sangum, tekstum, nótum, fløgum og vøkrum myndum. Sangir, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt.
Aðrir partar
Vit vitja 1.flokk í Vágs skúla. Tey fara at siga frá, hvat tey gera mest í skúlanum.
Børnini í 1.2. og 3.flokki hava nú fingið frítíðarskúla. Tey greiða frá skúla og frítíðarskúla.
Tey í 7.flokki í Hoyvíkar skúla gera film til jólahaldið. Í ár er tað Sound of music.
Vit hoyra um CISV, sum er ein altjóða felagsskapur, sum skipar fyri barnalegum kring allan heim. Geyti, Mirjam, Búi og Bjørk er heppin, tí tey fara til Belgia á barnalegu í summar. Í hesum døgum fyrireika tey seg til legurnar, læra hvønn annan at kenna og gera nógv stuttligt og spennandi saman.
Vit eru til morgunsang í Glyvra skúla. Og vit gera krabbagággur saman við 3.a. Óli Rubeksen frá SSP hevur boðið barnaútvarpinum við út. SSP verður 10 ár í ár.
Hvat gera tey á familjulegu á Zarepta á Vatnsoyrum? Anna Helena, Sára og Róar fara at greiða frá.
Adhya Nandi hevur foreldur úr India. Pápi hennara kom til Føroyar at vera venjari í badminton. Adhya er fødd í Føroyum, men hevur búð í India í fýra ár. Hvat mál tosa tey heima? Og hvar ætlar Adhya at búgva, tá ið hon verður stór?
Í Fuglafjarðar skúla skipa tey í næmingaráðnum fyri tiltaki í samband við Altjóða barnarættindadagin. Tey hava bjóðað øllum næmingaráðunum, sum eru í føroyska fólkaskúlanum til Fuglafjarðar - at læra meira um barnarættindi og barnarættindasáttmálan. Hanna Vang og Djóni Nolsøe Joensen fara at greiða frá. Her verður tónleikur, sangur og spøl og ymiskt annað.
Hvussu er at búgva í Keypmannahavn? Og hvat hugsa børn við føroyskum foreldrum um Føroyar? Hvat mál tosa tey? Anna Sofía og Jóan Petur eru 8 ára gomul og ganga í skúla og til frítíðarítriv í Keypmannahavn. Í sendingini siga tey sína hugsan.
Vit hoyra um føroyskar barnasangir í Barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um Antarungan Andrass.
Aron er føroyameistari í U9. Hann fer at greiða frá og fer at vera venjari hjá Elini.
Tey í 5.flokki í Kollafirði hava granskað trøllaeiturkoppin. Tey vunnu kappingina hjá Granskingarráðnum og eru Ársins Vitanarfróðu 2020.
Í barnaútvarpinum eru vit í Eysturskúlanum og fara at hoyra um kappingina - Ársins Vitanarfróðu.
Hósdagin 3. september varð kunngjørt, at 4. flokkur í Vestmanna skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu í eykaumfarinum 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: ?Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari??, sum tey sendu inn í juni. Í dag ganga tey í 5. flokki.
Handanin fór fram í Vestmanna skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan saman við fólki frá Kringvarpinum. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.
Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.
Annika Sølvará segði millum annað soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:
- Vit hildu, at tit hava valt eitt týdningarmikið og nútíðarhóskandi evni. Frágreiðingin tekur støði í nærumhvørvinum og spurningurin er væl greinaður við nógvum ítøkiligum átøkum, sum kunnu bøta um dálking.
- Ætlanin er væl skipað og gjøgnumførd. Frágreiðingin er áhugaverd og umfatandi, og tit megna at orða eina samanhangandi og væl skipaða uppgávu. Lærarin hevur allarhelst hjálpt til, men tað er týðiligt, at tit hava verið aktiv í arbeiðinum. Tit hava trivið í egnan barm, og vísa við royndum og myndum, hvussu tit kunnu gera skúlan grønari.
- Nevndin heldur, at frágreiðingin er so væl frágingin, at hon er áhugaverdur lesnaður hjá skúlaleiðarum, lærarum og næmingum í øðrum skúlum, sum kanska hava hug at gera teirra skúla grønan.
Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.
Tey í 6. og 7.flokki í skúlanum á Velbastað arbeiða við ávegisskriving. Yvirskriftin er - At ferðast. Tey finna uppá persónar, sum fara at ferðast. Olga, Teitur og Ingibjørg greiða frá.
Ata og Alda fara at greiða frá føroyskum dansi.
Bladur Holm gongur í 6.flokki og býr á Argjum. Hann er evnaríkur og dámar væl at standa á skateboard og at framleiða tónleik.
Vit eru í barnadansi í Norðurlandahúsinum.
Fríggjadagin 20.november var altjóða barnarættindadagur. Í hesum sambandi fara vit at hoyra um barnapanelið hjá Barnabata. Tey hava arbeitt saman í eitt ár. 9 børn og ung kring landið, hava verið á ráðstevnu í Keypmannahavn, tey arbeiða við at gera tilmæli, soleiðis at børn í Føroyum verða hoyrd og at børn í Føroyum læra barnarættindasáttmálan betri at kenna. Fríggjadagin løgdu tey fram og hildu røðu og tey handaðu politikarum og øðrum eitt tilmæli. Gylta fer at greiða frá. Eisini fara vit at hoyra um sangin - Tað kundi verið eg, og tá fara Teresa og Joanes at greiða frá. Steintór Rasmussen skrivaði sangin og sangurin varð gjørdur í samband við landsinnsavningina hjá Reyða krossi. Vit eru á Skúlatrøð í Klaksvík.
Vit eru á vitjan í Knørrafelaganum í Havn. Her eru gentir, sum rógva við 5.mannafarinum - Pílur. Tær fara at siga frá.
Vit vitja Miriam, Markus og inga
Næmingar í 6.flokki greiða frá søgnini um Beintu. Hvør var hon? Og hvat hava tey lært?
Á Skúlatrøð hava tey tiltakið - Bint frið, hvønn mikudag.
19.apríl var Biophiliakapping í Norðurlandahúsinum. Tað var 4. og 5.flokkur í Sands skúla sum vann kappingina. Tey vóru professarar í gróti. 6.flokkur í skúlanum við Løgmannbreyt høvdu arbeitt við Narnia og gjørdist nummar tvey. Tey siga sína hugsan um kappingina og verkætlanina.
Norðurlendsk bókmentavika er og bókadagar eru í Norðurlandahúsinum. Helena og Olivia fara at greiða frá.
Í Barnaútvarpinum hoyra vit um bókadagar 2020. Eisini hoyra vit um átakið - Føroyar lesa. Vit vitja á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Silja Aldudóttir, greiðir frá. At enda hoyra vit ævintýrið Vatndrýladrongurin, sum Hans Tórgarð lesur. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði.
Loftar tú mær er nýggjasta bókin hjá Rakel Helmsdal. Hon fer at greiða frá ínnihaldinum í bókini og eisini eitt sindur um tað, hvussu hon leggur myndir til bókina.
Bergur Rasmussen hevur týtt fleiri vælkendar bøkur. Hann fer at greiða frá, hvussu hann týðir, eitt nú høvnini í Hervilga Henry bókunum.
Ingun Christensen hevur skrivað bøkurnar - Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík. Hon fer at greiða frá, hvussu tað er at srkvia bøkur útfrá sagnum.
Luddi og Lundisa spegla sær - er nýggj bók, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Hvørji eru tey - Luddi og Lundisa?
Kristianna Poulsen, Niels Jákup Thomsen og Jon Hestoy greiða frá, hvussu tey arbeiða við bókum.
Tey hava tað stuttligt í Býlingshúsinum undir Fjalli í Havn. Eydna, Edmnund, Theodor, Svanna og onnur greiða frá.
Børn, sum ganga í 1.flokki í Tórshavnar Kommunu hava sungið saman í einum stórum kóri.
Børn, sum ganga í 1.flokki í Tórshavnar Kommunu hava sungið saman í einum stórum kóri.
Vit hoyra børn í Føroyum syngja. Vit eru í Kollafirði, í Vági, í Eysturskúlanum og í Kongagøtu.
Børn syngja í barnaútvarpinum. Vit eru við Streymin, í Frískúlanum í Havn, á Strondum, í Eysturskúlanum og í Tórshavnar Musikkskúla
Vit hoyra næmingar í 1. og 2. flokki syngja fyri okkum. Tey ganga í skúlanum á Fløtum. Jónsvein Heinesen er tøkningur
Eisini siga tey frá sangum
Næmingar í skúlunum í Sandoynni hava havt evnisviku við yvirskriftini - Matur og tilfeingi. Hetta var í samband við ársins Eplafestival. Tí fóru allir næmingar í skúla leygarmorgun, og fóru skrúðgongu yvir á økið, sum er í Trøðum á Sandi, har tey framførdu sang og leik. Børnini gleða seg og siga sína hugsan.
Tey finna mangt og hvat so vit fara eisini ein túr inn á Umhvørvisstovuna
Børn hava sang og tónleik saman við læraranum Palla Hansen. Tey ganga í 5. og 6. flokki. Jónsvein Heinesen er tøkningur
Vit hoyra børn í Eysturskúlanum syngja og greiða frá. Børn í Kollafirði syngja um blómurnar í Føroyum. At enda hoyra vit børn í Stranda skúla syngja.
Næmingar í Frískúlanum í Havn syngja og spæla fýra sangir. Skúlin er á Velbastað.
Vit hoyra børn, sum ganga í Norðskála-Oyrar skúla. Eisini hoyra vit barnakórið. Jóannes S. Hansen spælir klaver og skipar fyri.
Sangupptøkur úr Vestmanna skúla frá 2007. Tey í 5.flokki greiða frá.
Bjalla, Tummas, Klara Anna og Ranja ummæla bøkur í Strok og í Píkasjey. Tey fara at greiða frá í barnaútvarpinum hesa ferð.
Vit eru við til hátíðarhaldið í skúlanum við Løgmannabreyt.
Í fríkorterinum í skúlanum við Løkin dansa tey. Og í 3.flokki í Tofta skúla hava tey knappatelefonir
Genturnar ganga í Dagstovninum í Hoyvík. Tær eru 6 ára gamlar og hava allar mist tenn.
Vit eru í Sørvági og hitta børn, sum seta eplir niður. Tey í 4.flokki í Sørvágs skúla greiða frá.
Mariann Reinert, løgreglukvinna er farin til Kollafjarðar at undirvísa. Vit eru saman við henni, og fara at hoyra um evnið - Etikkur á netinum. Næmingar í 6.flokki greiða frá.
Vit eru í Kollafirði. Og í Kollafirði fara vit víða um. Allir næmingarnir í skúlanum hava havt evnisviku. Tey í yngstu deildini hava arbeitt við Íslandi. Miðdeildin hevur arbeitt við India og hádeildin hevur arbeitt við Afrika. Vit eru fyrst í Íslandi. Diana, Anton, Lív, Andrea og Ása greiða frá. Síðai fara vit eitt stutt legg til Afrika, og tá fer Herit at greiða frá.
Vit eru í Kollafirði. Her hava tey evnisviku um lond og heimspartar. 4. 5. og 6. flokkur hevur um India. Angela, Julia og Meinhard greiða frá.
1. 2. og 3. flokkur arbeiða saman í Miðvágs skúla. Tey arbeiða við heimsmálunum og at savna ymiskt saman at senda til Venusuela.
Í Eysturkommunu eru fleiri bygdir. Í Gøtu skúla hava tey evnisviku. Tey súkkla, gera listaverk, framløgur og fáa eina rúgvu at vita.
Í Sandoyar Meginskúla hava tey havt evnisviku um listafólk á Sandoynni.
VIt eru í 3.flokki í skúlanum á Giljanesi. Tey hava evnisarbeiði í samband við savnsfagnaðin. Hvat er Eyðanstovuskipið? Vit vilja fegin vita. Eisini hava tey gjørt dukkusjónleik og eitt skip.
Í 1961 byrjaði Eyðun Johannessen at týða og leikstjórna leikir til barnaútvarpið. Vit kenna Fólk og dólgar í Kardumummubýnum og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Nú hevur Eyðun Johannessen 80 ára føðingardag.
Vit hoyra um familjukonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eva er vertur og Beinta fer at syngja.
Í dag eru vit í skúlanum á Glyvrum. Her hava tey felagssang og morgunløtu.
Í dag eru vit í skúlanum í Fuglafirði. Her hava tey felagssang, hvønn morgun.
Seinastu tíðina hava næmingar í 5.flokki gjørt filmar, sum snúgva seg um dálking og um burturkast.
Í Barnaútvarpinum hoyra vit um Fimleikafagnaðin 2023. Nøkur úr Klaksvíkar Fimleikafelag fara at greiða frá.
Vit eru til sjónleik. Á pallinum eru Pettson og Findus. Tey fara at greiða frá og vit hoyra brot úr leikinum.
Í barnaútvarpinum eru vit við, tá ið 2.b á Skúlatrøð hevur føroyskt. Tey lesa úr bókini - Finka. Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað. Marianna er lærari í 2.b og hon fer at greiða frá. Eisini fara næmingar í 2.flokki at siga sína hugsan.
Lego Holics úr skúlanum á Argjahamri gjørdist vinnari 2015, triðja árið á rað. Filip úr Lego Holics greiðir frá. Eisini hoyra vit børn av Sandi siga sína hugsan um kappingina.
Evnið í First lego league 2019 er býarætlan. Vit hitta Planet Jørðin og Argjafrensar, sum eru við í kappingini, sum verður í skúlanum á Argjahamri 9.november.
Í skúlanum á Sandi hava tey lisið søgu um fjarar. Tey hava gjørt málning, krossskipan og fuglar og mangt, mangt annað.
Á flaggdegnum hoyra vit søguna um Merkið - Jógvan Arge fer at greiða frá. Bergljót av Skarði sigur søguna um tjóðsangin. At enda hoyra vit søguna - Vinni Vespa.
So er flaggdagur og Jensina Olsen fer at vitja Jógvan Arge, sum veit nógv um Merkið. Aftaná eru vit á Ovastaloftinum, saman við Jensinu og Snúta.
Vit eru í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað. Tey hava evnisarbeiði um Føroyar og seinastu dagarnar, hava tey hugsavnað seg um at tekna fløgg, sum skulu umboða skúlan. Tað er Listameldur, sum skipar fyri flaggkapping og fleiri skúlar í Føroyum senda fløgg inn - fløgg, sum umboða skúlan, og tí hava tey gjørt hugarok og hugt eftir, hvat eyðkennir skúlan. Eisini eru vit til morgunsang, tí tey syngja føroyskar sangir, tey byrja við sálmi og so velja tey sangir og spæla ljóðføri.
Í skúlanum á Velbastað hava tey lisið fleiri enn 500 bøkur.
Næmingar í 2. 3. og 4.flokki í Tórshavnar Kommunu, hava lært at spæla flogbólt. Tiltakið endaði við kapping í høllini á Hálsi. Næmingar í 2.flokki í Hoyvíkar skúla, greiða frá.
Hvat snýr jólakalendarasøgan 2018 seg um. Hvat skalt tú hugsa, tá ið tú gert ein jólakalendara. Elin á Rógvi hevur skrivað og lagt til rættis.
Barnaútvarpið og Nám hava samstarvað um undirvísingartilfar, soleiðis at næmingar sleppa at loysa uppgávur og fáa meiri at vita um ávís evni, sum vit hoyra um í jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Eisini fara vit at hoyra um , hvussu ljóðið í leikinum er gjørt.
Fólk og dólgar í Kardumummubýnum er sjónleikur, sum verður sýndur í sjúnleikarahúsinum í Havn. Vit hitta leikarar, hoyra sangir, hoyra brot úr leikinum og tveir dreingir siga sína hugsan um leikin.
Fornt er jólagávan til føroysk børn. Vit fara at hoyra um spennandi útvarpsleikin, sum eitur Fornt. Í átjan pørtum fara vit, hvønn gerandismorgun í desember at hoyra um Eira, um telduspælið Fornt og mong onnur, sum eru í leikinum. Elin á Rógvi hevur skrivað og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Tey fara at greiða frá.
Vit hoyra um útvarpsleikin - Fornt. Vit fara at tosa við nøkur, sum eru við í útvarpsleikinum.
Næmingar í skúlanum á Argjahamri hava havt frálæru í forritan. Hetta var í sambandi við - Hour of Code.
Vit hoyra framførslur og práta við børn, sum eru til forskúladag á Argjahamri.
4.flokkar í Gøtu skúla hava verið í Norðagøtu, og leita eftir ormveru. Og nú flúgva firvaldar og admiralar í flokshølunum í Gøtugjógv. Næmingar fara at greiða frá gongdini frá ormveru til firvald/admiral.
Næmingar venja sang, kvæði og skjaldur, tí tey fara at gleða eldri fólk á ellisheimi. Tey fara at greiða frá og framføra í Barnaútvarpinum.
Unn og Guðrið greiða frá konsertini 1902. Tær eru við í bólkinum - Kata.
Í skúlanum á Argjahamri eru fýrbein. Næmingar í 4. flokki ansa teimum, og tey fara at greiða frá.
Tiltakið er komið í lag sum eitt samstarv millum Tórshavnar musikkskúla og allar skúlar í kommununi. 2 lærarar frá musikkskúlanum hava vitjað 1. flokkar og sungið saman við teimum einaferð um vikuna í 6-7 vikur. Tað eru sangir (einir 10 í tali), tey hava lært, sum tey syngja á konsertunum. Ein tónleikabólkur mannaður við musikkskúlalærarum fer at spæla undir. Barnaútvarpið var við, tá ið tey vandu til konsertina. Gyðja og Jóhanna greiða frá.
Í hesum døgum venja tey í 6.flokki leik, sum tey fara at framføra til jólahaldið í ár. Tey hava valt at framføra føroyingasøgu.
6.flokkur í Sørvágs skúla framføra í hesum døgum leik, sum snýr seg um føroyingasøgu. Eisini tosa tey um tað at kvøða.
Børn og vaksin á Margarinfabrikkini í Havn eru við eini verkætlan, sum snýr seg um at framleiða føroyskt tilfar, sum skal liggja á Youtoube. Orsøkin er, at føroysk børn hava alt ov lítið tilfar á føroyskum. Eisini eru vit í Norðurlandahúsinum, har tey í fimleikafelagnum - Flog, fyrireika seg til fimleikafagnaðin.
Vit hoyra um Kuldakrákuna, sum er í føstulávintshýri. Eisini um heimasíðuna, at børn kunnu senda grýlumyndir inn. Síðani hoyra vit børn úr Sumba greiða frá teirra føstulávintshaldi.
Næmingar í 3. flokki í Eysturskúlanum í Havn 2013 høvdu evnisarbeiði um Brestiskvæðið. Vit hoyra børn í 1.2. og 3. flokki kvøða.
Í barnaútvarpinum í dag eru vit á Tjóðpallinum, tí her hoyra vit Gandafloytuna hjá Mozart - og Gandafloytan á Tjóðpallinum er ein opera til børn
Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Opera.fo, Tjóðpall Føroya og Tórshavnar Kvøldskúla. Tað er Birita Adela Davidsen, sum eigur hugskot og handrit, Annfinnur Heinesen er leikstjóri og frásøgufólk og Jóhannes Andreasen er kapelmeistari. Á pallinum eru 14 børn.
Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini - 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur.
Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini - 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur.
Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini - 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur.
Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini - 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur.
Frískúlin í Havn gjørdi ein sangleik, sum tey framførdu í sjónleikarahúsinum í Havn. Børnini hava skrivað, gjørt tónleik og alt sum krevst til ein sangleik, sum tey framførdu fyri foreldrunum beint fyri jól. Barnaútvarpið var eisini við. Tey fara at greiða frá og so hoyra vit brot úr leikinum.
Hesa ferð fara Jónatan, Ragnhild J, Silja og Ragnhild L fara at greiða frá. Tey ganga í 1.flokki og tey hava gjørt Grækaris Grashøvd. Tey ganga í 1.flokki.
Evnið er - Náttúra. Vit hoyra, hvussu tey gera Grækaris Grashøvd og skuggaspæl.
Grøn børn frá Pluto vunnu First lego league 2022. Nú fyrireika tey seg til, at tey fara til Danmarkar at kappast víðari. So hoyra vit eisini um jólakalendarin - Tjóvajólini.
Vit fara at hoyra um Norsku Løvu, um bókina - Gullleyvan og um mentanravikuna í Runavíkar kommunu.
Vit hoyra um Hamlet, sum er ein elligomul søga. Búi og Dánjal fortelja vælkendu søguna fyri børnum í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll.
Vit eru í Klaksvík hesa vikuna og hesa ferð eru vit til sjónleik. 5.b hevur bjóðað okkum til sjónleik, tí tey spæla - Harra Pætur og Elinborg.
Tey hava Harry Potter klubb í Leirvík, í Norðagøtu og í Syðrugøtu. Sunnudagin hava tey eitt stuttligt Harry Potter tiltak í Losjuni í Gøtu,
Tey í forskúlanum í Sankta Frans skúla í Havn hava tey evnisviku um heilsugóðan mat. Tey syngja, hoyra søgur og klippa og líma.
Tey í skúlanum í Hvalvík hava havt evnisviku um heimsmálini - og tey hava havt um heimsmál nr. 12.
Heksirnar er ein nýggjur familjuleikur á Tjóðpallinum. Tað er ein spennandi, undirhaldandi, syrgiligur, stuttligur og hjartanemandi familjuleikur fyri alla familjuna. Jákup, Sóleyð og Petur Meinar greiða frá. Eisini siga børn, sum vóru til leikin, sína hugsan.
Vit práta við Heina og Helenu um Afganistan, taliban og Malalu
Vit práta við Heina og Helenu um Afganistan, taliban og Malalu
Helgi Dam Ziska er stórmeistari í talvi og hann fer at greiða frá
Heystið er yndisárstíðin hjá Tjóðhild Patursson. Hon er stjóri á háskúlanum á Sandi, og vit fara at hoyra um mold, grønmeti og um árstíðina.
Vit seta Tóru Petersen spurningar um tað at vera bangin. Evnisvikar er í Hoyvíkar skúla, sum ber heitið - Hjálpandi hondin.
Vit tosa um føroyska hondbóltslandsliðið.
Vit hoyra um eina huldubygd, sum næmingar í skúlanum á Skúlatrøð hava gjørt. Tey ganga í 5.d og fara at greiða frá huldufólki og søgum.
Tey í býlingshúsinum á Velbastað, hava verið útferð og sæð fleiri smálomb, og hava uppliva nógv stuttligt og spennandi. Dánjal, Sjúrður, Bjarki og Steintór greiða frá.
Um ljóð og tónleik. Sunnleif Rasmussen er tónaskald og hann fer at greiða frá.
Gerandishetjan er Høgni Kunoy Dávason
Á Fólkaheilsuráðstevnuni, har millum 3-400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum, varð Gerandishetjan 2017 avdúkað.Drongurin við svarta beltinum hevur fingið heiðurin: "Gerandishetjan". Hann hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul. Í sendingini fáa vit nógv at vita um Taekwondo.
Á Argjahamri hava tey savnað pening inn til Ukraina.
Næmingar í 3.b hava gjørt listarligt arbeiði, til tess at savna pening inn til neyðstødd í Ukraina. Tey skipa fyri sølu í skúlanum.
Vit hoyra um innsavning till Beran. Tey í 5.flokki í skúlanum við Løkin skipa fyri lesimaraton. Í Glyvra skúla gera tey vakurt páskaprýði at selja.
Nú er Jasmin ein vaksin maður, men hann minnist væl fyrstu tíðina, tá ið hann kom til Føroyar. Hann kom til Føroyar úr krígsrakta Serbia.
Í barnaútvarpinum fara Leivur, Aron, Beinir og Rókur at greiða frá. Teir eru orkestrið - Jassarnir. Fyrsta staklagið er komið út og teir vunnu Stella Polaris kappingina fyri orkestur.
Vit eru í Klaksvík og hesa ferð saman við Jóhannu og Anastasiu. Jóhanna gongur í 5.flokki og Anastasia gongur í 3.flokki. Tær greiða frá, hvat tær tekna.
Páll Danielsen fer at greiða frá, hvar verður til børnini at síggja og hoyra í KVF. Vit hoyra um barnaútvarpskalendarin - Konan, ið varð lítil sum ein teskeið. Um sjónvarpskalendarin - Vitin, sum var framleiddur í 2006. Og um spildurnýggja jólakalendarin - Storm á Lognarveg.
Vit hoyra um jólakalendarasøguna - Stjørnan, ið hvarv og Snæfall, sum er jólakalendari í barnasjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá.
Gunnva, sum gongur í 7.flokki á Skúlatrøð skrivar jólakalendarasøgu. Tey í 7.flokki í skúlanum á Argjahamri arbeiða við stórari verkætlan, sum snýr seg um, at børn hjálpa børnum. Tey arbeiða við ævintýrinum - Gentan við svávulpinnunum.
Armgarð fer at siga frá, hví vit hava jólakalendara. Eva ger serstakan pakkajólakalendara.
Vit hoyra um jólakalendarin - Tjóvajólini, sum verður í sjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá og eisini hitta vit Hjálmar Dam, sum spælir Kyrri. Í útvarpinum fara vit at hoyra jólakalendarasøguna - Eg sá ein eingil, sum Elin á Rógvi skrivaði í 2010 og hon fer at greiða frá.
Jólakongur verður vístur í sjónvarpinum í ár. Jólakongur var fyrru ferð at síggja í 2014. Og í barnaútvarpinum fara vit at hoyra, tá ið Elin hitti nøkur teirra, sum vóru við í jólakalendarnum í 2014.
Judo er ein spennandi ítróttargrein. Tað siga tey í Tvøroyrar judofelag.
Nú nærkast 1.desember og øll gleða seg. Vit gleða okkum til jólakalendarar, og í sendingini hoyra vit Beintu Johannesen greiða frá jólakalendarin í Strok og Píkasjey. Eisini eru vit í Likkudali nummar 1, har Rógvi og Julius stákast við pakkar, jólaprýði og jólakalendara.
Vit hoyra um leikin Junglubókin. Her eru 40 leikarar við og tey hava vant í langa tíð. Tey greiða frá, hvussu stuttligt tað er at spæla sjónleik.
Nú er Kim 12 ára gomul. Tá ið hon var 8 ára gomul flutti hon til Føroyar til mammu sína úr Thailandi. Hvussu var at koma til Føroyar? Og hvussu var at læra at tosa føroyskt? Og hvussu er skúlin í Thailandi í mun til Føroyska skúlan? Kim fer at greiða frá.
Nú nærkast First Lego League kappingin 2017. Og í sendingini hesa ferð eru vit við, tá ið næmingar í bólkinum - KlossHans, fyrireika seg.
Í barnaútvarpinum hesa ferð fara vit at hoyra um Klótuklubban, sum er ein útvarpsleikur í níggju pørtum. Røddirnar eru børn og starvsfólk í skúlanum við Løkin. Tey fara at greiða frá og Elin á Rógvi og Høgni Fagraberg fara at greiða frá ljóði og øðrum.
Í dag er klovnurin BUBU á vitjan í Barnútvarpinum. Hann hevur fleiri nýggjar sangir og hevur nógvar framtíðarætlanir
Næmingar greiða frá, hvat tey hava arbeitt við í skúlanum. Tey hava havt evnisviku um Kollafjørð. Tey hava máta, hvussu long bygdin er, tey hava lært nógv um tveir gamlar skúlar, tey hava vitja eitt 200 ára gamalt hús og so hava tey fyrireika framsýning.
Vit eru boðin á konsert í Eysturskúlaum í Havn. Her eru næmingar, sum ganga í 1. 2. og 3. flokki, sum fara at syngja.
Á Skúlatrøð í Klaksvík spæla tey leikin um kópakonuna. Tey halda, at søgnin er áhugaverd, og eru spent at framføra.
Í dag eru vit til kór í Tòrshavnar Musikkskúla. Her er eitt gentukór, sum eitur Stella.
Seinastu tíðina hava tey í 5.a í Sankta Frans skúla arbeitt við krimisøgur. Tey lesa, gera handrit, gera krimispurnakappingar og mangt annað.
Vit fara at hoyra um Kuldakrákuna og um Vit, sum er nýggj heimasíða til børn. Kuldakrákan er ímyndin, og klikkja vit á Kuldakrákuna, sum stendur á breddanum á heimasíðuni hjá kringvarpinum, so finna vit søgur, leikir, sjónvarpsendingar, spøl, sangir, evnissendingar, tíðindi og mangt annað. Elin Michelsen greiðir frá. Elin á Rógvi lesur og skrivar um Kuldakrákuna og Tórunn, Elsa, Ingi, Jákup og Tummas siga sína hugsan.
Í dag er kyndilsmessa. Armgarð Arge fer at greiða frá, hvat kyndilsmessa merkir. Jógvan, sum býr í Leirvík fer at greiða frá.
Hvat er land í eygsjón? Tað er tað, sum sjórænarar rópa, tá ið teir síggja land, sigur Sunnvá Bech, sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum. Hesa ferð er Svøríki í eygsjón. Vit vitja Jensinu, Rasmus og Berg, tí tey venja sangir, sum vit kenna frá søgum, sum Astrid Lindgren hevur skrivað. Anna Fríða og Óðin, sum ganga í 1.flokki í Lítla Skúla, sita og tekna Pippi og aðrar tekningar, sum skulu á stórskíggja í Norðurlandahúsinum.
Vit hoyra um landsroyndina 2019. Jafet, Bjarta og Dagny Maria ganga í 4.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tey hava verið til roynd í føroyskum.
Vit hoyra um, hvussu tey á Dramaverkstaðnum fyrireika jólaleik.
Í Gøtu skúla eru tey við í lesiátakinum - Føroyar lesa.
Í skúlanum við Løgmannabreyt er lesiringur. Næmingar úr 5.og 6.flokki eru við.
Tey lesa hvønn morgun og brúka ein serstakan lesihátt. Næmingar í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri greiða frá.
Í skúlanum í Skálavík eru tíggju næmingar. Hesa vikuna hava tey lesiviku.
Vit í Vestmanna á vitjan hjá Sylviu. Sylvia er 9 ára gomul og hon hevur likkupisur.
Í dag eru vit í listabussinum í Runavík.
Í skúlanum á Strondum hava tey evnisdagar um list. Eisini hava tey málað framvið trappuni í skúlanum.
Í barnaútvarpinum hava vit hoyrt søgurnar hjá Edwardi Fuglø. Vit hava hoyrt um øll tey, sum búgva á Mjólarvegi. Edward greiðir frá tí at tekna fuglar og mangt, mangt annað.
Í barnaútvarpinum hesa ferð, fer Sunleif Rasmussen at greiða frá tónleiki. Hvat er ljóð og hvat er tónleikur?
Á Skúlatrøð hava tey havt evnisdagar um mállæru. Tey hava lagt filmsbrot út á youtube.
Vit tosa um mammur í barnabókmentum, hvørjar eru tær, eru tær broyttar og hvussu eru tær ymiskar? Turið og Marna arbeiða á Bókadeild Føroya Lærarafelag, og tær fara at greiða frá.
Vit tosa um mammur í barnabókmentum, hvørjar eru tær, eru tær broyttar og hvussu eru tær ymiskar? Turið og Marna arbeiða á Bókadeild Føroya Lærarafelag, og tær fara at greiða frá.
Vit hoyra um Manga og nýstovnaða bólkin - Manga Takk. Vit eru á bókasavninum við Løkin í Runavík
Fyri at gera matpakkan meira spennandi, sklipar næmingaráiðið í miðdeildini í skúlanum á Argjahamri fyri evnisdegi um mat. Snorri Paturson er við og tey gera nógvar spennandi smakkiroyndir.
um bókina Matur - okkara virðismikla tilfeingi
Súna, Lív og Askur ganga í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn og tey fara at siga sína hugsan um Merkið. Jensina Olsen hevur gjørt eina samrøðu við Jógvan Arge, sum veit nógv at siga um Merkið.
Í barnaútvarpinum hesa ferð eru vit í Klaksvík. Vit fara at vitja Steintór Rasmussen. Hann hevur gjørt fleiri vælkendar sangir og hevur givið fleiri bøkur út. Tvær bøkur eru fyri kotrum komnar út og tað eru bøkurnar Tvøri og Tvassa og Mín Gløggi vinur. Eydna J Steinberg, hevur teknað sera flottu myndirnar. Í sendingini hesa ferð fara vit at hoyra um bókina - Mín Gløggi vinur.
Hetta eru søgur og krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Ein hugfangandi og lærurík bók hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka.
Tær 77 krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum.
Eydna J. Steinberg hevur teknað eina sera gátufulla barnaverð. Og bókin er hugtakandi uppsett við fjølbroyttum søgum og gátum og svari aftast í bókini. Steintór Ramsussen greiðir frá, tí hann hevur skrivað og funnið uppá
barnaútvarpinum hesa ferð eru vit í Klaksvík. Vit fara at vitja Steintór Rasmussen. Hann hevur gjørt fleiri vælkendar sangir og hevur givið fleiri bøkur út. Tvær bøkur eru fyri kotrum komnar út og tað eru bøkurnar Tvøri og Tvassa og Mín Gløggi vinur. Eydna J Steinberg, hevur teknað sera flottu myndirnar. Í sendingini hesa ferð fara vit at hoyra um bókina - Mín Gløggi vinur.
Hetta eru søgur og krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Ein hugfangandi og lærurík bók hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka.
Tær 77 krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum.
Eydna J. Steinberg hevur teknað eina sera gátufulla barnaverð. Og bókin er hugtakandi uppsett við fjølbroyttum søgum og gátum og svari aftast í bókini. Steintór Ramsussen greiðir frá, tí hann hevur skrivað og funnið uppá
Altjóða minifiddlers-festivalur hevur verið í Føroyum í døgunum 8.-12.juni. 45 næmingar úr fleiri londum venja við Géza og øðrum strúkaralærarum. Hetta eru næmingar, sum eina ferð um vikuna fáa fjarundirvísing í violin. Nú hittust tey her í Havn at spæla violin saman. Tey eru úr Danmark, Týsklandi, Ísrael, Lapplandi, Finnlandi og Suðurkorea. Børnini eru 8-12 ára gomul og fimm føroysk børn eru eisini við. Festivalurin endaði við konsert í Norðurlandahúsinum. Vit vóru har við mikrofonini, tá ið legan var byrja og her var nógvur tónleikur at hoyra.
Á Oyrasundskollegiunum úti á Amager í Keypmannahavn, búgva nógvir føroyingar, sum eru lesandi. Her eru fleiri stórir íbúðarblokkar, og her búgva nógv føroysk børn. Hvussu er gerandisdagurin har? Miram og Lív búgva í L-blokkinum. Tá ið Barnaútvarpið bankaði uppá, var Lív og vitjaði Miriam.
Listameldur skipar fyri teknikapping, sum snýr seg um at tekna sjálvsmyndir. Monika, sum gongur í 4.flokki í Eysturskúlanum, hevur sent tvær myndir inn.
Í barnaútvarpinum hoyra vit um bókina - Motorsúkklan. Richard H. Johansen hevur skrivað og Hans Niclasen hevur myndprýtt.
Í dag er 25.mars og í dag er móðurmálsdagur, tí 25.mars er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb. Erling Isholm er søgufrøðingur og fer at greiða frá.
Mumi er nú gjørdur við føroyskum røddum, og verður at síggja í Norðurlandahúsinum.
Jólakalendarin í ár er NiviNaja. Leikurin var fyrru ferð at hoyra í útvarpinu í 2014. Elin á Rògvi hevur skrivað og lagt til rættis.
Í barnaútvarpinum hoyra vit um Alfred Nobel og um Nobel virðirslønir. Næmingar í Stranda skúla hava evnisviku.
Tveir næmingar í 3.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt fara at greiða frá norðurlendsku bókmentavikuni. Evnið í ár er - superhetjur. Eisini koma Legomeistararnir á vitjan.
Í Tofta skúla er eitt næmingarráð. Tey eru sera virkin, tey eru við á lærarafundum og nú vilja tey fegin á fund við skúlastýrið.
Í Eysturskúlanum eru tey sera virkin í næmingaráðnum. Hvønn týdning hevur næmingaráðið? Hvørjar broytingar skulu fremjast? Vit hoyra næmingar úr 4. 5. og 6.flokki greiða frá.
Vit hoyra um næmingaráðið og spæliliðið í Sandoyar Meginskúla.
Næmingar í ymiskum flokkum greiða frá.
Jensina Olsen og Finnur Hansen spæla 26 nýggjar barnasangir á fløgu. Vit vitja tey og tey siga okkum, at Aleksandur Kristiansen hevur skrivað yrkingarnar, Knút Olsen hevur gjørt løgini og Bárður Jákupson hevur málað vatnlitsmálningar. Jensina syngur og spælir og Finnur spælir og tekur upp.
Í barnaútvarpinum hoyra vit um ólavsøkuna, hvussu verður ólavsøkan hildin í ár? Og hvat gera børnini í summarfrítíðini?
Vit eru í Mórugøtu 8. Síðani fara Karla og Sólvá at greiða frá víkingum
Eyð og Tollakur eru systkin og tey gleða seg til at hátíðarhalda ólavsøkuna. Edna fer at greiða frá ólavsøkuni, og hvønn týdning hon hevur. Síðani fara vit í Mórugøtu. Jákup Veyhe leggur til rættis.
Í Frískúlanum í Havn kvøða tey alt árið, tó ikki í føstu. Vit hoyra um Ólav Riddarrós, sum tey fara at skipa og kvøða, tá ið dansistevnan verður 11.februar. Eisini hoyra vit um Hørpurímu. Tey høvdu eina verksmiðju í Norðurlandahúsinum, tá ið bókadagarnir vóru í november.
Anna á Borg greiðir frá, hvat hon hevur sæð og upplivað. Hon hevur fingið nógv at vita um plast, sum er evnið í umhvørvisvikuni. Eisini siga børn í skúlabólkinum í býlingshúsinum á Ternuryggi, sína hugsan. Tey hava m.a. teknað til kappingina á Býarbókasavninum. Borghild er í Ostahúsinum, og har ber til at síggja vistfrøðiligan mat, sum kann vigast og koyrast í krukkur og pappírposar, ístaðin fyri plast.
Vit vitja Pakkhús 4 á Tvøroyri. Vit hoyra um postarenning og um, hvussu stuttligt tað er at vera í Pakkhús 4.
Í Lítlaskúla í Havn hava tey havt sera spennandi skúlaviku. Tey hava hoyrt søgur um páskini, mála, sungið, tøvt og gjørt mangt, mangt annað. Eisini hoyra vit um Listameldur og hoyra, hvør vinnur ymsu kappingarnar. Henny Dánjalsdóttir greiðir frá.
Píl Reinert eigur gæs, dunnur, hønur og ein ravn. Hon fer at vísa okkum runt og fer at greiða frá.
Í barnaútvarpinum fer Píl Reinert at greiða frá. Hon hevur gæs, hønur, dunnur og ein ravn. Hesa ferð hoyra vit um hønur.
Í barnaútvarpinum fer Píl Reinert at greiða frá. Hon hevur gæs, hønur, dunnur og ein ravn. Hesa ferð hoyra vit um dunnur og um ravnin.
Hvussu gera vit piparnøtur? Er pipar í piparnøtum? VIt vitja hjá bakaranum
Tey í 2.flokki hava hátíðarhildið føðingardagin hjá Pippi. Vit eru í Sankta Frans skúla í Havn.
Í Barnaútvarpinum hoyra vit um sjónleikin - Pippi heldur jól, sum er í Losjuni í Gøtu.
Næmingarnir hava verið á skeið í positivari sálarfrøði. Foreldrini hava eisini verið við.
Skúlabólkurin í Býlingshúsinum á Ternuryggi er á vitjan. Tey hava lurtað eftir bókini - Malla ræður, sum hevur verið at hoyra í barnútvarpinum. Tey siga frá skúlabólkinum og siga sína hugsa um at vera vaksin.
Markus, Sigrid, Paula og Óla Martin greiða frá.
Í dag eru vit í Klaksvík á vitjan í skúlanum. Her hitta vit Rakul Ró, sum greiðir frá einum nýggjum roknisangi. Hon syngur eisini vælkendar sangir saman við næmingum í skúlanum í Barnaútvarpinum í dag.
Reiley er á vitjan í Barnaútvarpinum, og hann fer at greiða frá tónleiki
Reiley er á vitjan í Barnaútvarpinum, og hann fer at greiða. Eisini hitta vit tíggju fjepparar.
Vit eru í Sjónleikarahúsinum í Havn, og vit fara at hoyra um leikin - Robin Hood.
Tá ið tað eru roknidagar, so er spennandi og áhugavert at vera í skúla. Allir næmingar arbeiða saman í ymiskum stovum. Har hava tey úr at gera í heilsustovuni, skúlaumhvørvisstovuni, í Kahootspurnakappingini, í ekspermentarium og á skúlablaðnum.
Nú nærkast summarfrítíðin og tað ber til at fara til fleiri tiltøk í Føroyum. Hvønn leygardag er familjurundvísing á Listasavninum í Havn.
Tey í 5.b í skúlanum á Fløtum hava skrivað ræðusøgur. Eisini hava tey lisið inn og teknað myndir.
Hesa vikuna eru vit á Sandoynni. Í Sands skúla læra tey at sparka fótbólt. Hvønn hósdag kemur venjarin hjá B71 í skúlan at venja børnini. Eisini læra tey at syngja, og tá kemur Susanne í skúlan at syngja saman við teimum.
Vit hoyra um barnasendingina - Sakin, sum er í barnasjónvarpinum fríggjakvøld klokkan 18.30. Hvat er Sakin?
Í skúlanum í Kollafirði er samfelagsvika. Her gera tey nógv stuttligt og spennandi.
Í skúlanum í Kollafirði hava tey havt evnisviku við heitinum - Samfelagið.
Vit eru til sangfagnað í Norðurlandahúsinum, saman við børnum kring landið, sum eru komin at syngja saman.
Vit eru til sangfagnað í Norðurlandahúsinum, saman við børnum kring landið, sum eru komin at syngja saman.
Vit eru í Stranda skúla. Her hava tey gjørt sangleik um yrkingarnar hjá Hans Andrias Djurhuus. Gentir, sum ganga í 5. og 6.flokki framføra.
Í Klaksvík hava tey sungið til hátíðarhaldið, nú skúlin varð vígdur.
Vit hoyra um føroyskar barnasangir í Barnaútvarpinum. Hesa ferð eru vit í Eysturskúlanum.
Vit hoyra um føroyskar sangir í Barnaútvarpinum.
Messingkvintettin KÓJAK, skipar fyri sangverkætlan - har ymiskir skúlar eru við. Tey syngja hvønn dag saman í eina viku, og ein dag syngja tey saman við orkestrinum. Verkætlanin endar við konsert, sum verður í musikkskúlanum Hátúni í Havn leygardagin. Vit vóru í Vestmanna Skúla, tá ið tey í skúlakórinum sungu.
So nærkast Vísindavøkan 2017, sum Granskingarráðið skipar fyri. Tey skipa fyri kappingini - Ársins Vitanarfróðu. Næmingar í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn hava teknað seg til kappingina. Tey hava valt at granska sápu.
Vit hoyra um nýggju sendirøðina - Seks spurningar um at vera menniskja. 1. partur verður at síggja í KVF fríggjakvøldið klokkan 18.30.
Tey í 4.flokki í skúlanum á Fløtum seta trø niður. Eisini eru foreldur og systkin við. Í Eysturskúlanum er stórt stuðulstiltak, sum miðdeildin skipar fyri.
Vit hoyra um barnakonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri og Sigurd Barrett. Hans Petur í Brekkunum, Sigurd Barrett, Rúni Mouritsen, Elin Rasmussen og Atli K. Petersen fara at greiða frá.
Hvør er Silas? Jú, Silas er abbasonurin hjá Hera Kragesteen. Abbin gjørdi honum eina fløgu í jólagávu og nú er hon komin út. Í Barnaútvarpinum í dag, sigur Heri okkum søguna um fløguna. Anfinnur Heinesen og Beinta Clothier syngja og eru sjónleikarar á fløguni, so tey siga eitt sindur um tað at frambera sum sjónleikari. Vit hoyra eisini brot úr sjey sangum, sum eru á fløguni Silas.
Katrin, Óli, Isabella, Eva, Tita, Gabriella og Sofía eru sjónleikarar og tey fara at greiða frá.
Tey í 4.flokki í Sørvágs skúla hava verið skermfrí í ein mánaða.
Vit eru farin á skótafund í KFUK í Havn. Her fara títtlingar at greiða frá og syngja.
Í skúlanum í Fuglafirði syngja tey nógv. Eisini hava tey eitt skúlakór.
Í dag eru vit í skúlanum við Løkin. Her hava tey eitt skúlakór, sum eisini er eitt skúlaorkesturkór.
Í hesum døgum eru 4. og 5.flokkar kring landið í skúlaleikum. Skúlaleikir snúgva seg um rørslugleði, og hava tað stuttligt saman. Vit vóru við, tá ið 5.flokkar úr Havn, av Sandi og úr Kollafirði kappaðust í stórhøllini á Hálsi
Í dag er FM í skúlatalv. Helgi Dam Ziska greiðir frá kappingini og næmingar í frískúlanum í Kelduni, sum eru við í finaluni, tey fara eisini at siga frá.
Í barnaútvarpinum í dag eru vit í skúlanum á Fløtum, tí í skúlanum á Fløtum hava tey havt eina sersaka viku og tey hava havt úr at gera. Í næstu viku fara nærum 850 næmingar at ganga skrúðgongu - tí tey fara at flyta í nýggja skúlan, sum er úti í Marknagili. Higartil hava 1-3 flokkur gingið í skúla í Kongagøtu, 4.5.6. og 7.flokkur tey hava gingið í skúla úti á Frælsinum, 8. og 9 flokkur hevur verið úti á Argjum og fólbóltsflokkurin hevur verið í Gundadali. Men nú verður alt øðrvísi, nú fara tey øll at ganga í sama skúla. Hvussu fyrireika tey seg? Og hvussu er at siga farvæl við skúlan og at flyta inn í nýggjan skúla? Vit byrja í Kongagøtu, og síðani fara vit ein túr út á Frælsi.
Vit hoyra um gentubólkin - Smíl. Tær eru fimm gentir í Klaksvík, sum gera sangir. Tær hava verið í studio og arbeiða saman við Steintór Rasmussen, sum er tónleikalærari á Skúlatrøð.
Snjósystirin er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Vit hoyra um søguna og Sanna, Páll og Sølvi fara at greiða frá.
Í 2012 gjørdu tey í 4.flokki í Tórshavnar Kommunuskúla eitt yrkingasavn, sum kallaðist - Solosólin. Oddfríður Marni Rasmussen er rithøvundur og var lærari hjá teimum. Vit hoyra kendar røddir úr KVF lesa yrkingar úr savninum. Eisini fara nøkur av teimum, sum hava yrkt at greiða frá.
Í 4.flokki í Hoyvíkar skúla hava tey evnisviku, sum snýr seg um sosiala íverksestan. Tey hava gjørt ein varða við orðum og 1. og 4.flokkur eru vinnaraflokkar.
Næmingar í 7.flokki eru við í spæliliði. Tey hava til uppgávu at vera saman við børnum í 1.2. og 3.flokki í fríkorterinum, har tey skipa fyri spølum. Mikudagin fingu, tey sum hava verið við í spæliliðnum í ár prógv, sum Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu handaði. Sanna og Jónas úr 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn greiða frá. Eisini siga børn í 2.flokki sína hugsan.
Vit hoyra um, tá ið spæliðið er á skeið. Eisini eru vit við í Tofta skúla, tá ið tey royna seg á fyrsta sinni.
Páll Danielsen er leikstjóri og greiðir frá. Eva, Fríði, Petur Meinhard, Barbara og Guðrin eru leikarar. Tey siga sína hugsan um Storm á Lognarveg!
Hesuferð eru vit úti í Sandagerði í Havn. Tað er 24. juni og skótar gera klárt at brenna bál. Men hvat gera tey?
Hvat skulu vit lesa í summar? Og hvørjar bøkur eru vælumtóktar? Annika, sum er bókavørður, greiðir frá. 9 ára gamla Eyðhild, sigur sína hugsan.
Børn í 1. og 2.flokki í frítíðarskúlanum á Argjahamri, greiða frá.
Børnini í býlinshúsinum undir Brúnni greiða frá og syngja.
Tríggjar gentir fara at greiða frá svimjing, tær eita Halida, Emma og Sissal.
Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt.
Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt.
Hesa ferð hoyra vit um evnisvikuna SVL-samfelagið. Eisini hoyra vit um norðurlendsku bókasavnsvikuna og um upplestur. Næmingar í skúlanum við Løgmannbreyt, greiða frá.
Hesa vikuna er vetrarjassur á skránni. Vit eru farin at vitja Katrinu, Daniu og Marionnu, sum eru Sway. Tær fara at greiða frá og fara at syngja eina sirpu við føroyskum barnasangum.
Í Sands skúla hava tey havt evnisarbeiði um sagnir. Vit hoyra tey greiða frá søgnini um Kálv Lítla. At enda hoyra vit brot úr kvæðnum - Harra Pætur og Elinborg, vit hoyra Klaksvíkar Dansifelag.
Í dag eru vit á Setatrað og taka eplir upp. Eplaveltan er stór og fleiri eru og taka upp. Rúnar og Adrian er 7 ára gamlir og fara at greiða frá.
Summi arbeiða jólaaftan, børnini gleða seg og onkur hevur føðingardag jólaaftan. Vit fara at tosa við børn og vaksin, sum siga okkum, hvat tey gera jólaaftan.
Tvey 12 ára gomul umboða Føroyar í stóra barnatiltakinum, sum verður eina viku áðrenn HM í Russlandi verður floytað í gongd.
Í Sørvági eru 15 næmingar í 5. flokki, sum hava gjørt verkætlan um tónleikabólkin Tinganest. Tey hava lært seg sangir, gjørt samrøðu við teir í bólkinum, gjørt plakatir, framløgur og skipað fyri konsert.
Við Streymin hava tey fingið nýggjan skúla, men tá ið tey hava tónleik vitja tey aftur í gamla skúla. Tey í 6.flokki dáma væl at hava tónleik. Tey hava Meludia og orkestur, og tey fara at siga frá.
Vit hoyra um kópakonuna
Hvat er ein trivnaðardagur? Tað hoyra vit í sendingini hesuferð. Næmingar siga sína hugsan og royna ymiskt spennandi.
Hvat er ein trivnaðardagur? Og hvat er at trívast? Poula, Olivia, Karl og Mikkjal í 2.a í Skúlanum á Fløtum, fara at greiða frá.
Tryggari internetdagur er 6.februar. Óli Rubeksen, sum starvast innan SSP, greiðir frá týdninginum at vera tryggur á netinum. Næmingar í 4.flokki í Eysturskúlanum í Havn, hava arbeitt nógv við evninum í seinastuni.
Vit hoyra um ábyrgdina hjá foreldrunum, um myndir á netinum, orð hava vald og mangt annað, ið hevur við netið at gera.
Vit vitja í Lítla Skúla í Havn. Tey hava evnisarbeiði um ull. Og tað halda tey er sera áhugavert.
Elias gongur í 3.flokki á Skúlatrøð. Honum dámar væl fuglar og djór. Vit eru fyrst í náttúrustovuni á Skúlatrøð og síðani fara vit ein túr út í Grøv í Klaksvík.
Hvat er føsta og føstulávint? Spurningin seta vit Armgarð Arge, og vit fáa nógv at vita. Eisini siga Filip, Bylgja og Eivi okkum, hvat tey fara at vera á førstulávint.
Vit spyrja Jóan Paula Joensen um føstulávint, um at ganga grýlu, sláa tunnu og mangt annað. Eisini siga børn okkum, hvat tey fara at vera føstulávintsmánadag.
Hvat er ein tunna og hvat hevur hon verið brúkt til? Vit spyrja Erling Isholm, søgufrøðing. Elin, Gilli og Jógvan fara at siga eitt sindur um at ganga grýlu, hvat er gott at fáa í posan, um at gerast kattakongur og mangt annað.
Miriam, Anna Petra, Bogi, Venningsted og Jógvan greiða frá evnisarbeiði, sum tey hava havt í Sands skúla. Tey hava lært eina rúgvu um ljóð, litir og árstíðir. Tey hava verið nógv úti í náttúruni og so spældu tey eisini sjónleik.
Í Barnaútvarpinum hoyra vit um Martin Luther, nú tað eru 500 ár síðani, at hann negldi tær 95 tesurnar á dyrnar í Wittenberg. Á Skúlatrøð í Klaksvík hava næmingar havt evnisviku um Martin Luther.
Vit hoyra um Mumi, tí nú verður filmurin um Mumi frumsýndur í Norðurlandahúsinum ? ein føroyskur Mumi filmur, við føroyskari talu og føroyskum sjónleikarum. Og tá verður eisini - Barnafestivalurin 2016 í Norðurlandahúsinum. Felisia, Sirius og Hedvig siga sína hugsan um Mumi og um Tove Janson, sum hevur skrivað og funnið uppá Mumi og hini í Mumidalinum.
So er 2. umfar av Orrustu byrjað. Seinasta sunnukvøld klokkan 19.30 var 1. sending. Tá sóu vit ÍA-dreingirnir kappast móti svimjigentunum úr Reysti. Vit tosa við børnini, vertin og onnur sum gera sendingina.
Sæbjørn, Poula og Siri fara at greiða frá, hvat tey gera á Margarinfabrikkini, nú tað er umhvørvisvika.
Í barnaútvarpinum hoyra vit, tá ið serbreytin í skúlanum við Løkin fekk umhvørvisvirðislønina 2023.
Eysturskúlinum hevur fingið umhvørvisvirðislønin frá Føroyal Læarafelag. Tey hava havt urtagarðsdagar, sett niður og mangt annað. Andrass er 8 ára gamal og elskar at vera úti í náttúruni.
Mikudagur eru næmingar í 3.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í útiskúla. Hvussu er skúladagurin úti í náttúruni, og hvat hava tey upplivað?
Tey í 7.flokki í Hoyvíkar skúla arbeiða við bókini - Útskotini.
Børn í skúlabólkinum hav gjørt áleið 200 myndir.
Vit eru í Tvøroyrar skúla og hesa ferð eru vit í 4.flokki. Tey hava gjørt spennandi verkætlan.
Vit eru til sangleik í Klaksvík. Steintór Rasmussen skrivaði, Eyð Matras leikstjórnaði og fleiri enn 70 næmingar og lærarar eru við.
Songkvinna Lone Wernblad og Peter Wermø eru á konsertferð í Føroyum. Yvirskriftin er - Nøj det er for børn ella Ens í Norden. Eisini hava tey verksmiðju saman við børnunum. Vit eru saman við teimum í Tofta skúla, tá ið næmingar skriva sang og gera myndir, sum snúgva seg um tað serstaka, sum er í Føroyum.
Í Meginskúlanum á Sandi skriva tey yrkingar.
Elspa Samuelsen, sum er barntannlækni í Havn, fer at greiða frá.
Elspa Samuelsen, sum er barntannlækni í Havn, fer at greiða frá.
Jákup Eli er 12 ára gamal og her er nógv stuttligt at síggja og hoyra. Eisini hoyra vit klavertónleik úr Porkeri.
Í skúlanum í Oyndafirði eru tríggir næmingar. Tey gera nógv ymiskt og nógv kreativt.
Hvørjar søgur eru stuttligar? Hvat fær teg at flenna? Børn í útibarnagarðinum í Trongisvági siga sína hugsan
Fleiri vælkendar søgur eru um Vitello, og fleiri søgur hava vit hoyrt í Barnaútvarpinum. Nú ber til at fara til sjónleik og síggja Vitello og øll hini, sum eru við í søgunum.
Tað eru tvey skúlabørn í skúlanum á Húsum á Kalsoynni. Tey eru systkin og eita Turid og Gunnar, sum eru 7 og 8 ára gomul.
Vit eru í Suðuroy og hoyra hesuferð næmingar í Porkeri greiða frá og tey syngja eisini fyri okkum.
Børnini synjga og vit hoyra um, hvat tey gera, tá ið veðrið er gott.
Vit hoyra um skúlan í Mikladali og um Kópakonuna
Fríði, Jónas,Sjúrður og Lise greiða frá
Vit eru á Skúlatrøð í Klaksvík, tí 5.flokkur er til sýningina - Vølvunnar dómur, sum er opera fyri børn.
Tey í 3. flokki í Hoyvíkar skúla hava arbeitt við ævintýrum. Tey hava lurtað eftir ævintýrum, sum H.C. Andersen hevur skrivað og síðani gjørt ymiskt kreativt.
Tey hava arbeitt við ævintýrum í Sóljugarði í Sandavági. Vit vitja og børnini siga frá.