Bolero

Bolero - Børn gera útvarp

Sending við klassiskum tónleiki. Jóhannes Erlendsson er vertur.

Børn gera útvarp í barnaútvarpinum. Hesa ferð er sendingin Bolero á skránni. Jóhannes Erlendsson er vertur.

 

Aðrir partar

Tóki er vertur. Í panelinum eru Miriam, Magnus og Karin Elisabeth

Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Tóki Hákunarson er vertur. Í panelinum eru Miriam í Grótinum, Magnus í Niðristovu Olsen og Karin Elisabeth Berhardsdóttir Petersen

Døgg er vertur. Í panelinum eru Sigrid, Ólavur og Kristianna

Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Døgg úr Dímun er vertur. Í panelinum sita Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Ólavur í Skála og Sigrid Finnsdóttir Hansen. Ludvík Heðinson er upplesari

Inga, Mattias, Halla og Hanus sita í panelinum

Vit hava Also til børn. Børn seta spurningar og barnapanelið sigur sína hugsan. Tey sum sita í panelinum eru: Inga Simonsen, Halla á Lofti, Mattias Lauritsen og Hanus undir Leitinum. Vit takka 6.flokki í skúlanum á Argjahamri.

Ludvík Heðinson er vertur

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað sendingin við klassiskum tónleiki, sum eitur Bolero. Ludvík Heðinson vertur.

Næmingar úr 6.E eru í útvarpsstovuni

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Øll hesi Góðan Morgun Føroyar: Anna Maria Heðinsdóttir, Solveig Kristiansdóttir,Meiken Skoubo Dalsgaard,, Maibritt Tindskarð Justinusen, Bergljót Diana Augustinusesn, Bogi Petursson, Sólvá í Niðristovu Olsen og Johannes Erlendson. Tey tosa við Leu Blaaberg, sum var við í filminum Ludo. Tað er meira friðarligt at ganga í skúla úti í Dímun, heldur 12 ára gamla Døgg úr Dímun. Heðin Samuelsen heldur skjaldbøkur vera sera spennandi.

Vit ummæla fløguna - Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016

Vertur í barnakvørnini er Hanus undir Leitinum. Í panelinum sita William Wilkinson, Iðunn Horn og Bjarti Danielsen. Tey ummæla fløguna - Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016.

Evnið er landsroyndir í fólkaskúlanum

Nógv hevur verið kjakast um landsroyndir í fólkaskúlanum. Skulu hesar royndir vera talgildar, tá ið tað ferð eftir ferð eru tøkniligir trupulleikar? Hvat er endamálið við landsroyndini og hvussu verður við royndini í vár? Guðrin Dalsgarð Bjørk er vertur. Hon hittir Regin Marnerson, sum er stjóri Námi og Próvstovuni. Hans Fróði Jensin, sum er telduvørður í skúlanum á Argjahamri, hann sigur sína hugsan. Hákun Haraldson og Gunnar Reynslág ganga í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri, og teir greiða frá, hvussu tað er at vera til landsroynd.

Maria Hvalsrætt er vertur.

Børn gera útvarp og hesa ferð er Maria Hvalsrætt vertur í sendingini - Tit skriva vit spæla. Hon lesur lurtaraynski og vit hoyra tónleik.

Tóki Hákunarson er vertur - Heðin Samuelsen er tøkningur

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað vælkenda sendingin - Við Tóra á túri, men verturin er Tóki, so sendingin eitur í dag - Við Tóka á Túri. Leiðin gongur til Kaldbaks. Her verður vitjað í skúlanum, har næmingar syngja og greiða frá. Eisini greiðir Mona á Bøgarði frá.