Barnaútvarpið hevur verið í djóragarðinum í Keypmannahavn. Her er nógv spennandi at síggja. Hvat gera djórini, hvat eta tey og hví skulu vit hava djóragarð? Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum, fer at greiða frá. Erka Zachariassen týddi. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar legði rødd til.
Vit hoyra um eitt vælkent djór og tað er um lundan. Lundar úr Skúgvi eru partar av arktiska økinum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Saman við álkum og lomvigum búgva føroysku lundarnir í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur og lundaholur eru bygdar. Flemming Nielsen var í Føroyum í Skúgvi tá eftir 48 eggum, sum síðani vóru klakt í klekingarmaskinum í Danmark. So í dag vitja vit Flemming í djóragarðinum í Keypmannahavn.
Ingi Rasmussen tosar fyri Flemming og Erla Zachariassen týddi til føroyskt.
Aðrir partar
Vit eru í Djóragarðinum í Keypmannahavn. Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum fer at greiða frá. Vit hoyra um leyvur, gibbon apur, preriuhundar og tasmanskan pungdevil.
Vit hoyra um eitt heilt serstakt djór, sum vit ikki kenna so væl og tað er Okapi. Tann 12.oktober var ein søguligur dagur í djóragarðinum í Keypmannahavn, tá kom okapi kálvurin, sum fólk hava bíða eftir sera leingi, tað er 50 ár síðan seinast og okapi er eitt so sertakt djór, sum ongin visti um fyrrenn fyrst í 1900 talinum. Men tá ið vit vitjaðu Mass djóralækna í djóragarðinum, var kálvurin ikki komin. Mass djóralækni fer at greiða frá, eisini hitta vit Charlie, sum er djórapassari. Hallur Thomsen tosaði fyri Mass djóralækna og Eyðun Muller tosaði fyri Charlie djórapassara. Erla Zachariassen týddi til føroyskt.