Nú fara vit at hoyra um tað at vera orðblindur. Vit hava í Barnaútvarpinum í seinastuni hoyrt eina søgu í seks pørtum um eina gentu, sum upplivir, at tá ið hon skal lesa hart í flokkinum, fløkjast orðini og alt verður so øgiliga trupult. Nú vilja vit hoyra meira um evnið - orðblindur. Annika Marr Poulsen er lærari í skúlanum á Fløtum, og hon fer at greiða frá.
Rasmus Magnussen greiðir frá tí at vera orðblindur
Aðrir partar
Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen greiða frá
Í barnaútvarpinum hoyra vit um tað at vera orðblindur, Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen fara at greiða frá. Men fyrst fer Annika at vera lærari hjá Elini og Jonnu.