Í barnaútvarpinum hoyra vit um tað at vera orðblindur, Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen fara at greiða frá. Men fyrst fer Annika at vera lærari hjá Elini og Jonnu.
Nú fara vit at hoyra um tað at vera orðblindur. Vit hava í Barnaútvarpinum í seinastuni hoyrt eina søgu í seks pørtum um eina gentu, sum upplivir, at tá ið hon skal lesa hart í flokkinum, fløkjast orðini og alt verður so øgiliga trupult. Nú vilja vit hoyra meira um evnið - orðblindur. Annika Marr Poulsen er lærari í skúlanum á Fløtum, og hon fer at greiða frá.
Aðrir partar