Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Tóki Hákunarson er vertur. Í panelinum eru Miriam í Grótinum, Magnus í Niðristovu Olsen og Karin Elisabeth Berhardsdóttir Petersen
Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað sendingin við klassiskum tónleiki, sum eitur Bolero. Ludvík Heðinson vertur.
Aðrir partar
Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Døgg úr Dímun er vertur. Í panelinum sita Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Ólavur í Skála og Sigrid Finnsdóttir Hansen. Ludvík Heðinson er upplesari
Vit hava Also til børn. Børn seta spurningar og barnapanelið sigur sína hugsan. Tey sum sita í panelinum eru: Inga Simonsen, Halla á Lofti, Mattias Lauritsen og Hanus undir Leitinum. Vit takka 6.flokki í skúlanum á Argjahamri.
Børn gera útvarp í barnaútvarpinum. Hesa ferð er sendingin Bolero á skránni. Jóhannes Erlendsson er vertur.
Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Øll hesi Góðan Morgun Føroyar: Anna Maria Heðinsdóttir, Solveig Kristiansdóttir,Meiken Skoubo Dalsgaard,, Maibritt Tindskarð Justinusen, Bergljót Diana Augustinusesn, Bogi Petursson, Sólvá í Niðristovu Olsen og Johannes Erlendson. Tey tosa við Leu Blaaberg, sum var við í filminum Ludo. Tað er meira friðarligt at ganga í skúla úti í Dímun, heldur 12 ára gamla Døgg úr Dímun. Heðin Samuelsen heldur skjaldbøkur vera sera spennandi.
Vertur í barnakvørnini er Hanus undir Leitinum. Í panelinum sita William Wilkinson, Iðunn Horn og Bjarti Danielsen. Tey ummæla fløguna - Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016.
Nógv hevur verið kjakast um landsroyndir í fólkaskúlanum. Skulu hesar royndir vera talgildar, tá ið tað ferð eftir ferð eru tøkniligir trupulleikar? Hvat er endamálið við landsroyndini og hvussu verður við royndini í vár? Guðrin Dalsgarð Bjørk er vertur. Hon hittir Regin Marnerson, sum er stjóri Námi og Próvstovuni. Hans Fróði Jensin, sum er telduvørður í skúlanum á Argjahamri, hann sigur sína hugsan. Hákun Haraldson og Gunnar Reynslág ganga í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri, og teir greiða frá, hvussu tað er at vera til landsroynd.
Børn gera útvarp og hesa ferð er Maria Hvalsrætt vertur í sendingini - Tit skriva vit spæla. Hon lesur lurtaraynski og vit hoyra tónleik.
Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað vælkenda sendingin - Við Tóra á túri, men verturin er Tóki, so sendingin eitur í dag - Við Tóka á Túri. Leiðin gongur til Kaldbaks. Her verður vitjað í skúlanum, har næmingar syngja og greiða frá. Eisini greiðir Mona á Bøgarði frá.