Hygga síggj! 2

Hygga síggj! 2
11-02-2011
Hygga Síggj!

Barnasending frá 2011.

Vertirnir eru í sjónvarpsstovuni, sum er eitt sindur sum ein sjónleikarapallur. Har er eitt borð, og á borðinum eru ymisk ting, eisini undir borðinum eru ymisk stuttlig ting í einum kassa. Harumframt hevur Bára eitt heilt stativ, har klæðir hanga á. Tingini og klæðini fara Bjørk, Rógvi og Bára at brúka og lata seg í, so tey síggja út sum onkur annar.

Í sendingini verður farið við til arbeiðis. Og tað er eitt arbeiðspláss, har børn ikki sleppa hvønn dag. Tað má altíð vera onkur vaksin við. Ein abbi, ella pápi, ella mamma, ella gumma. Og so er eisini nakað annað. Úti í føroysku náttúruni er so nógv at síggja um bara man hyggur. Hygga síggj! Jú, har eru lítil kykt, vakrar blómur og kukkar og serstakur vøkstur og elligamalt grót. Alt hetta ber til at síggja og læra um.

Bjørk, Rógvi og Bára fara eisini at siga frá stuttligum søgum, og vísa sjáldsamar tekni-gátur. Og so eitt afturat. Hóast myndir eru í sjónvarpinum, so er altíð okkurt slag av ljóðið eisini har. Tí kemur eisini ein serligur gestur at gera ljóðið – tað er ein tónleikari, sum spælir uppá sítt ljóðføri.

Hygga síggj! 13
29-04-2011
Hygga síggj! 12
22-04-2011
Hygga síggj! 11
15-04-2011
Hygga síggj! 10
08-04-2011
Hygga síggj! 9
01-04-2011
Hygga síggj! 8
25-03-2011
Hygga síggj! 7
18-03-2011
Hygga síggj! 6
11-03-2011
Hygga síggj! 5
04-03-2011
Hygga síggj! 4
25-02-2011
Hygga síggj! 3
18-02-2011
Hygga síggj! 1
04-02-2011