- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinus og Vimús
Vinus og Vimús læra seg umaftur at siga góðan morgun, góðan dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl.
Og so hevur Vinus fingið eitt stórt pappír at mála á. Og tá ið bókin dettur av hillini, er tað ein góð bók um bamsur, sum sita á eini hill. Og sangurin, ið Vinus og Vinurin syngja og spæla, er um eina bamsu - eina føðingardagsbamsu. Og so klívur Vinurin út aftur gjøgnum vindeygað.
Smáteknifilmarnir eru eisini at síggja.
Tá Vimús kemur aftur, er brádliga fult av snurrum á borðinum. Vinus dugir sera væl at fáa tær at snurra. Og so er eftir at siga heilsanina, men so hendir nakað!
Hvat var hatta? Vinus og Vimús undrast stórliga.
Og so má heilsanin sigast enn eina ferð: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!
At brúka til snurrispælið: Snurritoppar. Stórt pappír. Vatnlitir. Penslar.