- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Tóti spælir ikki við hini í dag, tí hann droymir um at vera Hetjuhvølpurin Apollo, sum altíð bjargar degnum púra sjálvur! Hetta endar galið, tá ið Tóti og tokførarin verða byrgdir inni í bergholinum, so nú mugu Reiðar og Labbaliðið traðka til.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











