- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Sirkusstjórin Salvador biður Reiðar og Labbaliðið hjálpa sær, tí helmingurin av sirkusliðnum ikki er komið fram. Hvølparnir hjálpa við at seta alt upp, og gestirnir bíða spentir, men enn mangla bæði leyva og onnur, sum skulu framføra. Nú gjørdist uppgávan brádliga uppaftur størri – og stuttligari.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











