Labbaliðið

Hvølpar bjarga svimjidegi
23-02-2026
Sólin skínur, og tað er sera heitt. Hvølparnir ætla sær tí at køla seg í svimjihylinum, men har er einki vatn í!

Sólin skínur, og tað er sera heitt. Hvølparnir ætla sær tí at køla seg í svimjihylinum, men har er einki vatn í! Her mugu nógvir labbar hjálpast at, tí eitt rør í vatntorninum er bognað. Flog og Streymur eru eftir og hugna um børnini við ísi og øðrum góðum.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.