Labbaliðið

Hvølparnir tendra ljósið
23-02-2026
Karin og hvølparnir gera klárt til føðingardag.

Karin og hvølparnir gera klárt til føðingardag. Djarvi fyllir, men hann veit einki um veitsluna, sum tey halda loyniliga. Nógvi vindurin ger, at tann eina vindmyllan brotnar, og streymurin fer, so nú má Labbaliðið til verka. Má føðingardagurin haldast í myrkri?

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.