- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Aksel hevur sín fyrsta skúladag, men hevur mist nýggja, reyða ryggsekkin burtur. Labbaliðið er til reiðar at hjálpa, men Aksel veit ikki, hvar hann hevur gloymt hann. So tað verður leitað um allan býin. Megna tey at finna tey ryggsekkin, áðrenn skúlabussurin fer?

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











