- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Kali er endað á einum taki í bóndagarðinum hjá Bóndajónu, og tað er sera langt niður. Reiðar fær boðini, og Labbaliðið og Aksel eru skjót á staðnum. Uppgávan eydnast ikki sum ætlað, so nú eru góð ráð dýr – Aksel fær eitt gott hugskot.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











