- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Fólk, fæ og onnur fræg hugna sær til kovboygildið í Ævintýravík. Brádliga koma kýr trampandi gjøgnum gongugøtuna, og bóndin Allan ringir til Reiðar. Allar kýrnar eru rýmdar úr sporvogninum, so Labbaliðið má hjálpa við at reka tær aftur í tokið.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











