- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Í dag fara øll at hátíðarhalda Vagnar Vælvild. Hann var tip-tip-tip oldurabbi Vælvild borgarstjóra, og tí hevur hon sent standmyndina av abbanum til reinsingar. Beint sum Skipar’Kvoysa er á veg aftur til Ævintýravíkar, fer abbin fyri borð. Nú má Labbaliðið gera eitt langt kav.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











