Labbaliðið

Stáshvølpur
16-09-2025
Karin og Tóti skulu luttaka í hvølpasýning, men Tóti má geva avboð.

Karin og Tóti skulu luttaka í hvølpasýning, men Tóti má geva avboð.

Allir hvølparnir eru við Reiðari og bjarga Vælvild borgarstjóra og Høninu, tó uttan Kneysi. Fær Karin lokka hann at luttaka saman við sær, hóast hann ræðist vatn?

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.