Labbaliðið

Hvølpar bjarga kaninum
16-09-2025
Bóndajóna hevur fingið nógvar elskuligar gestir í veltuna, men tær eta allar gularøturnar.

Bóndajóna hevur fingið nógvar elskuligar gestir í veltuna, men tær eta allar gularøturnar.

Til hesa uppgávuna mugu øll hjálpast at fyri at fanga allar kaninirnar.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.