Labbaliðið

Hvølpar bjarga bommi
16-09-2025
Vøruvognurin hjá Hr. Bakstri fer á glið og lendir úti á ísinum.

Vøruvognurin hjá Hr. Bakstri fer á glið og lendir úti á ísinum. Um ísurin rivnar, endar vøruvognurin á víkarbotni – og tað ger hundabommini eisini. Reiðar, Streymur og Djarvi gera sítt fyri at fáa bæði vøruvogn og bomm á land.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.