Labbaliðið

Hvølpar sløkkja eld
16-09-2025
Brandur ætlar sær at seta metið sum skjótasti sløkkihvølpur. Hann missir tó næstan mótið, tá ið stigin brotnar undir venjingini.

Brandur ætlar sær at seta metið sum skjótasti sløkkihvølpur. Hann missir tó næstan mótið, tá ið stigin brotnar undir venjingini.

Hvølparnir og Reiðar royna at geva honum sjálvsálitið aftur og heppa alt, tey eru ment.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.