- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Hvølpárakó!
16-09-2025
Hønina er horvin, og Vælvild borgarstjóri biður Labbaliðið hjálpa sær at finna dýrabaru taskuhønu sína.
Hønina er horvin, og Vælvild borgarstjóri biður Labbaliðið hjálpa sær at finna dýrabaru taskuhønu sína. Leitingin má ganga skjótt, tí tær báðar skulu verða vertir í Halló, Ævintýravík

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











