- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Skipar'Kvoysa hevur bjóðað øllum til veitslu umborð á einum gomlum skipi - eina spøkilsissjórænaraveitslu. Av sær sjálvum siglir skipið avstað, og grýluklæddu gestirnir umborð eru bebbaræddir. Køkurnar hjá harra Bakstri hvørva, seglini fara upp av sær sjálvum, og ein ljómur hoyrist gjøgnum skipið. Reiðar, Streymur og Brandur skunda sær til skipið og royna at loysa hesa óhugnaligu fløkju.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











