- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ding ding pippting
Tað er lítið stuttligt at vera smásjúkur. Ljóðfílurin hevur nokkso ilt í hálsinum, og Jensina syngur fyri honum, tí tað heldur hon hjálpir upp á tað.

Ding ding pippting
Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.







