- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ding ding pippting
Røvarasangur og politibilur
16-11-2012
Føroysk barnasending
Onkur hevur stolið gularøtur! Er tað loyvi at stjala? Jensina syngur ein røvarasang, og tey finna uppá eitt pippting.

Ding ding pippting
Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.







