Ding ding pippting

Horvin appelsin og eiturkoppamuffins
09-11-2012

At vera svangur, og einki finna at eta, er ikki stuttligt. Spurningurin er, um Jensina og Ljóðfílurin fara at finna nakað at eta. Kanska Loynihurðin kann hjálpa teimum?

Ding ding pippting

Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.