Ding ding pippting

Spæla bil og gera bil
19-10-2012

Ljóðfílurin og Jensina spæla bil og hava bygt ein bý. Og hvar munnu tey enda, tá tey fara við flúgvandi ferð gjøgnum Loyniligu loynihurðina? Og so er tað Pipptingið! Man tað hava hjól?

Ding ding pippting

Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.