Ding ding pippting

Spælikort og djórabók
12-10-2012

Jensina og Ljóðfílurin eru flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa. Tey hava bæði sovið illa, kett seg og verið spent. Jensina syngur ein sang um at spæla við eitt gamalt radio, sum er stuttligt, tá ein keðir seg. Hvar enda tey, tá tey fara út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina? Hvat fyri Pippting fara tey at gera? Tey gleða seg til at síggja tykkum aftur!

Ding ding pippting

Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.