- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sakin
Skúlaleikir, undirsjóvartunnil og skjóta við byrsu
29-10-2021
Hvussu kunnu skúlar gera gerandisdagin leikandi lættan, hóast tað kann krevja grótharða venjing? Og nú er ikki nógv grót eftir, sum skal skjótast burtur, áðrenn vit í Føroyum eiga enn ein undirsjóvartunnil. Og so vitja vit 13 ára gamla Bartal, sum skjýtur við byrsum.

Sakin
VIT taka sakina í egnar hendur, og vísa á og tosa við áhugaverd og skilagóð børn, um áhugaverd og viðkomandi evni. Petur Háberg tosar um kenslur við Petursa borð, vit fáa nógv at vita um dagar og vikur, og nógv verður gjørt burturúr grafikki.










