- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sakin
Dreymrúm, Dragin og go-kart
24-09-2021
Fyrst vitja vit, har friður valdar, og har tað ber til at hugsavna seg í dreymakendum rúmum. Og so fara vit við skúlaskipinum Draganum ein túr út á vágna í fagrastu líkindum. Og so fara vit uppí ferð, og tað er full ferð á, tá koyrast skal í rasarabilum.

Sakin
VIT taka sakina í egnar hendur, og vísa á og tosa við áhugaverd og skilagóð børn, um áhugaverd og viðkomandi evni. Petur Háberg tosar um kenslur við Petursa borð, vit fáa nógv at vita um dagar og vikur, og nógv verður gjørt burturúr grafikki.










