Sakin

Veðurlagsvirðisløn, Veltan og Vitanarfróðu
29-09-2020

Hesa ferð fara vit at síggja, hvussu tað gekst í eykaumfarinum hjá Ársins Vitanarfróðu 2020. Og eisini handaði Føroya Lærarafelag eina veðurlagsvirðisløn, beint áðrenn summarfrítíðina. Til ber at siga, at evnini hesa ferð snúgva seg um umhvørvið, og hvat ber til at fáa at vaksa í Føroyum. Tí vit vóru eisini og vitjaðu Veltuna á Sandi. Petur hevur sett seg við borðið, at greiða frá... ja, tað fáa vit at síggja. Og at enda hava vit ein stopp-motion film at vísa.

Sakin

VIT taka sakina í egnar hendur, og vísa á og tosa við áhugaverd og skilagóð børn, um áhugaverd og viðkomandi evni. Petur Háberg tosar um kenslur við Petursa borð, vit fáa nógv at vita um dagar og vikur, og nógv verður gjørt burturúr grafikki.