
Snæfall: Bjalla
Bjalla er ein av teimum, sum velur konfekt heldur enn karamellur. Hví? Les víðari og finn útav tí.
Navn: Bjalla Beintudóttir Dalsgarð
Leiklutur: Lilli
Aldur: 8 ár
Bústaður: Tórshavn
Skúli: Frískúlin í Havn
Yndisdjór: Hundur og kanin
Konfekt ella karamellur:
Konfekt, tí har er myrk og lekkur sjokuláta uttan á
Hvat er tað hugnaligasta við jólunum:
At lurta eftir jólasøgum, og at eta døgurða jólaaftan
Dansa tit jólatræ:
Ja, onkuntið. Ofta eru so nógvar gávur, at vit mugu bíða, til vit hava pakkað allar gávurnar upp, men tá eru vit so troytt, at vit ikki orka at dansa.