- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsvenjing
Um KVF›Tænasta
Starvsvenjing
Í Kringvarpinum vilja vit fegin samstarva við lesandi. Fá meiri kunning her

11/01/2021 - 14:53
Sum starvsnæmingur í Kringvarpinum verður tú nógvar virðismiklar royndir ríkari, og tú kemur at menna teg bæði fakliga og persónliga. Tú sleppur í stóran mun sjálv(ur) at avgera, hvørjar uppgávur tú fert í holt við í tíni starvsvenjing. Hetta fyri at tú í størstan mun sleppur at nema tær tann serkunnleika, sum tú hevur áhuga fyri.
Hvør ert tú?
Tú ert lesandi á hægri lærustovni ella fólkaskúlanæmingur.
Tú ert áhugað(ur) í fjølmiðlum, public service, miðlatøkni ella KT.
Soleiðis søkir tú
Ert tú áhugað(ur) í at sleppa í starvsvenjing í Kringvarpinum?
Send tína umsókn til:
Umsitingina á kvf@kvf.fo
Ella ring til Jákupu Mikkelsen, fyrisitingarleiðara, á 296526.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV