Andlát

Um KVFTænasta
Andlát
Andlát og jarðarferðir verða lisin uttan kostnað í útvarpinum
Mynd: Carsten M. Arnskov  
 
01-11-2021

Sí andlát og jarðarferðir her.

Send inn andlát

Andlát verða lisin tvær ferðir í útvarpinum. Jarðarferðir kunnu lesast meira enn tvær ferðir um avvarðandi ynskja tað. Tað er ókeypis at lýsa andlát og jarðarferðir í útvarpinum.

Andlát skulu sendast við telduposti til andlat@kvf.fo

Kringvarpið tilskilar sær rættin til at fremja málsligar broytingar í tekstinum samsvarandi galdandi almennum stavsetingar- og bendingarreglum, sum eru at finna hjá Málráðnum.


Hesar upplýsingar skulu sendast:

  • Teksturin, sum skal lesast (andlát og jarðarferð)
  • Nær andlát og jarðarferð skulu lesast
  • Navn og telefonnummar á persóni, sum sendir andlátið inn
     

Freistir

  Senditíð Innlatingarfreist
Mán.-frí. 12:35 og 18:15 kl. 11:30 og kl. 15:00 sama dag
Leygardag 12:30 og 18:10 kl. 11:30 og kl. 13:30 sama dag
Sunnudag 14:10 og 18:10 kl. 13 sama dag
Halgidagar 14:10 og 18:10 kl. 13 sama dag

Andlát verða løgd á heimasíðu okkara stutt eftir, at tey eru lisin.

Um ivamál eru ber til at ringja til okkara á telefon: 34 75 00.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925

Um kvf css