Vit hava tørv á einum sterkum Kringvarpi

Um KVFOkkara leiklutur
Vit hava tørv á einum sterkum Kringvarpi
Brúk er fyri einum óheftum public service-stovni, sum kann veita óheft tíðindi og góð mentanartilboð, sum styrkja savningarmegina í samfelagnum
 
11/01/2021 - 14:43

Miðlavanarnir broytast við fúkandi ferð. Altjóða tøknirisarnir útvega okkum alt fleiri miðlar, sum senda eina flóðaldu av útlendskum programmum inn yvir okkum. Tørvurin á einum dygdargóðum, føroyskum public service-miðli er tí størri enn nakrantíð.

Hugtøk sum falstíðindi og falskunning eru noydd inn á okkum. Nøgdin av upplýsingum og tíðindum er vaksin so ógvisliga, at tað kann vera meira enn torført at finna eftirfarandi upplýsingar í øllum meldrinum. Brúk er tí fyri einum óheftum public service-stovni, sum kann veita saklig og álítandi tíðindi og upplýsingar.

Føroyingar hava álit á Kringvarpi Føroya. Álit er ein fyritreyt fyri savningarmegini í samfelagnum. Uttan álit er spjaðingin ivaleys; tá tagnar samrøðan, og einans skuldsetingar og brigsl standa eftir. 

Kringvarp Føroya er ein týdningarmikil karmur um fólkaræðisligu samrøðuna, sum fer fram hvønn tann einasta dag. Kringvarpið varpar tíðindasendingar og er karmur um kjak um samfelagsviðurskifti, sum gera føroyingar betur førar fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. 

Kringvarpið miðlar og myndar føroyska mentan hvønn tann einasta dag. Public service-hugtakið er ovurhonds breitt og fevnir um barnasendingar til tey smæstu, guðstænastur og møtir í kirkjum og samkomum, stórar ítróttarhendingar, stórar mentanardokumentarar, konsertupplivingar og mangt, mangt annað. 

Hetta gevur okkum øllum ein mentanarligan grundvøll. Her fáa vit felags upplivingar og nakað at skifta orð um. Hetta styrkir savningarmegina í samfelagnum og felagsskapin millum føroyingar. 

Umleið níggju av tíggju føroyingum lurta ella hyggja at sendingum Kringvarpsins hvørja viku. Okkara mál er, at tú skalt finna okkara sendingar, tá tú vilt og á teimum pallum, sum hóska til tín. 

Hjartaliga vælkomin til Kringvarp Føroya! 

Ivan Hentze Niclasen,
Stjóri

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. januar
Brunsj við Jóhann Mortensen
151621
Leygardag 28. januar
Jambalaja 280123
151616
Leygardag 28. januar
Upp á tá 270123
151608
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286

Um kvf css