Hetta eru vit

Um KVFOkkara leiklutur
Hetta eru vit
Kunna teg um deildirnar í Kringvarpinum, leiðsluna og kringvarpsstýrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01-11-2021

Bygnaður

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur, almennur miðlastovnur, sum verður stjórnaður av einum stýri. Vit hava umleið 80 fólk í føstum starvi býtt á fimm deildum:

•           Aktuelt, sum veitir tíðindi og aktualitetssendingar til útvarp, sjónvarp og web

•           Fyrisitingin, ið tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi, spølum, søvnum, starvsfólkaviðurskiftum. Samskifti, marknaðarføring og umsiting av skránni eru somuleiðis í Fyrisitingini

•           Tøkni, ið umsitur sendiútgerð, studiosendingar, samskipan av framleiðslum, bygningar og bilar

•           KT, sum hevur ábyrgd av KT-trygd, dátuvernd, brúkarahjálp, skipanum, stroyming o.ø.

•           Mentan, sum ger dokumentarsendingar og teksting, tilfar til børn, um tónleik og til tað átrúnaðarliga økið.


Vilt tú hava samband við eitt av okkara starvsfólkum? Finn starvsfólkayvirlitið niðanfyri. 


Leiðslan 

Magnus Dam er stjóri í Kringvarpi Føroya. Magnus hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá Københavns Universitet.

Hann var settur í starv sum kringvarpsstjóri 1. mai 2025.

Les meira um leiðsluna í Kringvarpinum á leinkinum niðanfyri.


Kringvarpsstýrið

Til tess at tryggja meginregluna um armslongd vísir kringvarpsstjórin til eitt stýri, sum landsstýrismaðurin í mentamálum velur, at hava yvirskipaðu leiðsluna av KVF. Stýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Niðanfyri finnur tú meiri kunning og yvirlit yvir, hvør situr í núverandi stýrinum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337

Um kvf css