Framleiðsluyvirlit

Um KVFOkkara leiklutur
Framleiðsluyvirlit
Kringvarpið framleiddi í 2020 meira enn nakrantíð áður
 
11/01/2021 - 14:37

Yvirlitið vísir føroyska framleiðslu av útvarpi og sjónvarpi, endursendingar íroknaðar. Við ársenda 2020 staðfestu vit, at útboðið av føroyskum tilfari í einum ári hevur ongantíð verið størri enn tað sama. Vøksturin var 5 prosent, og senditíðin táttaði nú í 10.000 tímar.

Bólkarnir fevna um hesar sendingar:

AKTUELT
Útvarpstíðindi, Dagur og Vika, tíðindafundir, minidokumentarar, Breddin og Pressan.

TÓNLEIKASENDINGAR
Tónleikasendingar í útvarpi og sjónvarpi, FMA og aðrar konsertir.

INFOTAINMENT
Orðið er heiti fyri sendingar, ið kunnu bólkast sum bæði “information” og “entertainment”.
Hesar sendingar eru undir bólkinum Infotainment:
Góðan Morgun Føroyar, sendingin Vikuskiftið, Leygardagur, Ólavsøkuprát, Gekkurin, Summargestir o.tl.

BØRN OG UNG
Barnaútvarpið og allar barnasendingar í sjónvarpi, bæði føroyskar og týddar.

ÁTRÚNAÐUR
Morgunlestrar, andaktir, guðstænastur, møti og sendingin Credo.

MENTAN
Mentanarsendingar, Nón, siðsøga (t .d . Meg Minnist), samrøður, frásagnir (Við Tórði á túri o.l.), náttúrusendingar, dokumentarsendingar hóskvøld, framhaldssøgur, stuttsøgur, tónleikasendingar við samrøðum, ymsar sendingar um høgtíðir o.l.

ÍTRÓTTUR
Ítróttasendingin í útvarpinum í vikuskiftunum, 3­-2 í sjónvarpinum, frásagnir frá fótbólti og hondbólti, finalur í hondbólti, flogbólti, fótbólti, svimjing, badminton, borðtennis og judo, landsdystir í fótbólti og onnur føroysk luttøka í altjóða kappingum. 

Framleiðsluyvirlit frá undanfarnum árum eru at finna í ársfrágreiðingum okkara her.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. oktober
Breddin: Fólkatingsval
145928
Fríggjadag 7. oktober
Góðan morgun Føroyar 07.10.2022
145925
Fríggjadag 7. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 7. oktober 2022
145629
Hósdag 6. oktober
LEITISSTEIN 04.10.2022
145913
Hósdag 6. oktober
RagnarRokk 6. oktober 2022
144020
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. oktober
Flóttafólk 1:2
145866
Mikudag 5. oktober
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 2. oktober
Úr savninum: Staksmentan í besta blóma
145663
Sunnudag 2. oktober
Andakt við Høgna Johannesen
145656
Sunnudag 2. oktober
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
145660

Um kvf css