Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um Skopunarfjørð
11-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum

Við eitt borð uppi í sanongini á Teistanum á veg til Skopunar situr argjamaðurin Suni Jacobsen, sum arbeiðir hjá J&K Petersen og ger eina útstykking á Sandi. Hann hevur nógv minnir frá farleiðini um Skopunarfjørð, tí pápin Meinhard sigldi her í mong ár.

 

Við sama borð situr Martin Olsen úr Havn, sum hevur siglt dagliga við Teistanum síðani skipið kom, tí hann hevur arbeitt á Sandoy Seafood í Skopun í 25 ár. Martin sigur, at tunnilin fer at gera tað tryggari hjá flakavirkinum, bæði at keypa fisk og at avskipa.

 

Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki í Skopun, sigur, at higartil er tað mesta samskiftið við fólk farið fram gjøgnum telduna. Í framtíðini kunnu viðskiftafólk koma til Skopunar at hyggja eftir tí tey biðja um, m.a. gravsteinum.

 

Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur á Sandi, er nú lektari í kirkjusøgu á Setrinum og ferðast ímillum Sand og Havnina hvønn yrkadag. Hann sigur at hann fær gjørt nógv meðan hann siglir um fjørðin. Tá vit hitta hann, fyrireikar hann eina guðstænastu.

 

Nina Åsheim Poulsen í Skopun ferðast við Teistanum fýra dagar um vikuna. Umborð lesir hon og prátar við fólk og so svevur hon viðhvørt. "Tá børnini vóru lítil var hetta ein deilig fríløta", sigur Nina. Bilurin stendur á Gomlurætt, men fyrr koyrdi hon við bussi.

 

Jógvan Nicodemussen, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, sáli, sigur frá nøkrum áhugaverdum søgum frá fyrr í tíðini. Hann helt at framstigið kann ikki forklárast, men tunnilin fer at geva Sandoynni stórar avbjóðingar, m.a. at rotta helst kemur í oynna.

 

Jóhanna Jansyardóttir í Húsavík ferðast eisini til Havnar hvønn gerandisdag. Hon hevur ein bil hvørju megin, so hon sleppur undan bíðitíð. "Tað hevur verið stuttligt at pendlað og samanhaldið er gott. Men øll eru glað fyri tunnilin", sigur Jóhanna, sum nú væntar at fáa tveir tímar meira heima um dagin.

 

Sverri Vatnsdal hevur ferðast suður í Sandoynna hvønn dag, tí hann koyrir lastbil og buss har. "Hugnin verður burtur og nú fer man at sita einsamallur undir fjørðinum", sigur Sverri.

 

Búrhandilin í Skopun er frá 1856. Kristoffur Poulsen, handilsmaður, sigur, at tað verður tryggari at fáa vøruna. "So leingi kostnaður er á tunnlinum, fer tað ikki at loysa seg at koyra til Havnar at keypa. Annars hava nógv fólk arbeitt í Havn hvønn dag og keypa her kortini. Tunnilin hevur bara fyrimunir við sær fyri Sandoynna", sigur Kristoffur.

 

Jónleif Láberg, skipari á Teistanum, ætlar sær at keypa í Búrhandlinum sjálvt um tunnilin kemur. Hann verður við Teistanum til mánadagin, og so fer hann í land. Hann fyllir 72 ár næstu ferð.

 

Eli Hentze av Sandi sigur, at bíðitíðin verður burtur. Hon er kortini ikki farin til spillis, tí tá hevur hann avgreitt ymiskt í sambandi við arbeiðið. Hann heldur at bíleggingarskipanin hevur verið skilagóð, men skuldi verið komin fyrr.

 

Teistin rullar í dag og Fríðhild Winther úr Skopun má leggja seg niður undir samøðuni, so hon ikki fer at spýggja. Hon gleðir seg til at sleppa at koyra allan vegin til Havnar.

 

Tey, sum prátað verður við á hesum túrinum, eru Suni Jacobsen, Martin Olsen, Høgni Tausen, Jákup Reinert Hansen, Nina Åsheim Poulsen, Jógvan Nicodemussen, Jóhanna Jansyardóttir, Sverri Vatnsdal, Kristoffur Poulsen, Jónleif Láberg, Eli Hentze og Fríðhild Winther.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Astrid Joensen, sum fyllir 101 ár í dag, hevur altíð búð á Eiði
27-05-2024
Ein gonguruta úr Skálavík niðan í Skálhøvda er nú stungin út. Hetta er ein lættur túrur og uppi í Skálhøvda er sera gott útsýni. Røktingarmaðurin Tróndur av Trøð greiðir frá
13-05-2024
Tær eru tríggjar systrar úr Húsavík, sum eru føddar sama dag ymisk ár, summarmáladag. Og húsfrúgvin, sum var óvanliga rík og livdi um ár 1400, hevur eisini gjørt bygdina kenda
06-05-2024
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum. Her eru nógvar søgur og sagnir og her eru fleiri gomul hús varðveitt enn nógva aðra staðni í landinum
29-04-2024
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024