- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Petur Hans Poulsen hevur nógv góð minnir frá uppvøkstrinum á Uppsølum. M.a. gjørdu vinmenninir eitt orkestur og hann sigur søgu um ein serligan sang. Systir hansara, Ragna Olsen, býr í barnaheiminum, sum er gamla bóndahúsið í Stovugarðurin, borðreiðir við nýbakaðari skuffukøku.
Jógvan Ravnsfjall, fyrrverandi leiðari á Fornminnissavninum í Klaksvík, greiðir frá býlinginum, sum frá gamlari tíð var tann størsti av teimum fýra.
Leon Sólheygg, sum nú hevur stovugarðsfestið, sigur, at við stóru útstykkingini uppi á Fossum er kommunan farin avstað við so gott sum øllum bønum hjá festinum.
Eliesar í Pállstovu Joensen, sum er føddur og uppvaksin 10 metrar frá ovara málinum á fótbóltsvøllinum í Klaksvík, bleiv ikki fótbóltsspælari, Men hann bleiv m.a. skóti.
Johanna á Tjaldrafløtti og maðurin Heri Olsen búgva á Tjaldrafløtti, sum er gamla ættarhúsið hjá Johonnu. Tey hava lagt dent á at hava húsini í gamlan stíl.
Tey, sum eru við í sendingini, eru: Petur Hans Poulsen, Ragna Olsen, Jógvan Ravnsfjall, Leon Sólheygg, Eliesar i Pállstovu Joensen, Johanna á Tjaldrafløtti og Heri Olsen.