- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Víð Tórði á túri í Trongisvágsbotni
22-05-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
Á hesum túrinum eru vit fyrst við monnum úr Trongisvági, tá teir fara við hornaseyðum við báti úr Nesi í Hvalba og út í Agraskor, har seyðurin skal ganga til í heyst. Hetta er gamal siður og Petur Karl av Rana og Petur Hammer eru veteranarnir. Á bátinum greiðir Ørvur Norðberg frá sínum túrum einsamallur í Lítlu Dìmun.
Síðan verður farið í Trongisvágsbotn, sum tey lokalu kalla Botn. Petur Karl av Rana, sum er bóndi og størsti eigari, greiðir frá. Vit steðga á við kikaran, sum Tvøroyar Kommuna hevur sett upp vestast á Botnskarð. Síðani fara vit niður í røkurnar niðanfyri kikaran, áðrenn farið verður oman í Trongisvágsbotn.
Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024
Annað árið á rað skipaði Verkhúsið Stíggjur í Saltangará fyri Eydnufestivali í Løkshøll. Fyrireikararnir siga sjálvir, at hetta er stuttligasti festivalur í landinum
14-10-2024
Fornu toftirnar á Trøðni í Húsalíð eru so mikið lokalar, at tey á Tjóðsavninum vistu einki um tær. Húsamaður, fornfrøðingur og útvarpsverturin eru ein sera forvitnisligan túr
07-10-2024
Gáshólmur, sum er uttanfyri Tindhólm og ytsti partur av Sørvágsfirði, er eitt sera forkunnugt stað at koma. Hólmurin er átta hektarar til støddar og ber 16 frælsi
30-09-2024
Í gamlar dagar var Trøllanes millum tær mest avbyrdu bygdirnar í landinum. Tá lendandi ikki var frá sjónum, høvdu tey bara ta sera brøttu bygdagøtuna til Mikladals at líta á
23-09-2024
Síðani Trøllanestunnilin kom hevur gamla bygdagøtan millum Mikladal og Trøllanes ikki havt sama týdning. Men framvegis er tað ein hugtakandi gongutúrur fyri tey sum tora
16-09-2024
Á hesum túrinum verður tosað við toftamenninar Janus Jensen, Jógvan Ingvard Olsen og Alfred Olsen
10-06-2024
Prestagarðarnir kring landið eru dagførdir síðani kirkjan varð yvirtkin, og summir eru enntá umbygdir. Vit vitja á Viðareiði, Fuglafirði, Kvívík og í Hvalba
03-06-2024
Astrid Joensen, sum fyllir 101 ár í dag, hevur altíð búð á Eiði
27-05-2024