- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Gurið Lómfelli greiðir frá, at hon kann ikki lata vera við at ganga í fjøllunum, tí tað er balsam fyri bæði likam og sál og alt. Hon angrar bara túrarnar, sum hon ikki hevur verið. Hon sigur, at túrarnir eru ein mynd av lívinum og tí er umráðandi at ganga í øllum veðri.
Henda túrin var ætlanin at fara niðan á Víkartind, sum er eitt sjáldsamt fjall, tí tað minnir mest um eina pýramidu. Men nógvi kavin í erva ger, at í dag er ikki gangandi niðan hagar. Kortini er áhugavert at hoyra høvuðspersónin, Gurið Lómfelli, greiða frá ymiskum á leiðini niðan við tí hugtakandi Fossá, niðan á Víkarvatn og oman til heimbygdina Haldórsvík.
Við Fossá hitta Gurið og verturin Tórður Mikkelsen eitt ungt par úr Týsklandi. Í sendingini hoyra vit eisini Maud Poulsen frá Miðnámi í Vestmanna greiða frá ferðaleiðaraskeiðnum á skúlanum, har Gurið Lómfelli er millum hugagóðu næmingarnar Og Árni Jacobsen frá einum fjallaáhugabólki, ið letur fólki serligt heiðursskjal fyri at hava verið á øllum skrásettum fjøllum í Føroyum, greiðir frá hesum tiltakinum.
Uttan at vita av hvørjum øðrum, kemur Sjúrður Skaale oman aftur til Víkar júst um somu tíð sum Gurið og Tórður, og tey fáa eitt prát omanfyri bygdina. Sjúrður hevur gingið í fjøllunum í mong ár, men nú vil hann koma niðan á øll fjøll og fáa heiðursskjalið. Tí er hann nú farin at seta flugubein á telduni við hvørt einstakt fjall. Í dag hevur hann verið á fýra fjøllum og hevur sostatt fingið fýra flugubein afturat.