Spískamarið leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum okkara 18 oyggjar hava at bjóða.
Saman við Gutta Winther ferðast vit kring Føroyar og uppliva umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur. Í føgru føroysku náttúruni og í býlingum av tí gamla slagnum, matgerð Gutti siðbundnan føroyskan mat á ein øðrvísi, einfaldan og spennandi hátt.
Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin!