- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Ávirkan, íblástur og skapan
Sunleif Rasmussen er tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum og hevur fingið tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hann starvast sum námslektari í tónleiki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og hevur verið við til at seta á stovn útbúgving í listaligum arbeiði á Setrinum.
Sunleif Rasmussen fer at greiða frá týdninginum av at lurta eftir umhvørvinum og skapa tað sum tónleik.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











